08.04.2020 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Dagstovnar og skúlar lata stigvíst uppaftur

Dagstovnar og skúlar lata stigvíst uppaftur

Dagstovnarnir lata upp mánadagin 20. apríl. Stovnarnir fara í komandi viku at fyrireika gjølla, hvussu gerandisdagurin skal skipast. Tey foreldur, sum ynskja og hava møguleika til tað, eru vælkomin til at hava børnini heima.


Á skúlaøkinum lata forskúlar og 1. til 3. flokkur eisini upp tann 20. apríl. Í komandi viku fara skúlarnir at fyrireika, hvussu gerandisdagurin skal skipast. Tað verður skipað undirvísing, men tað verður ikki møtiskylda, og sostatt kunnu foreldur, sum ynskja og hava møguleika til tað, hava børnini heima. Í sama viðfangi lata frítíðarskúlarnir eisini upp.
4. – 10. flokkur fara framhaldandi at hava skúlagongd heima við hús, og hvørki 9. ella 10. flokkur skulu til endaliga próvtøku í summar.


Á miðnámsskúlunum kring landið verður støðan tann, at endaflokkarnir í fara at hava nakað av undirvísing í skúlunum eftir 20. apríl. Endaligu próvtøkurnar í summar verða viðgjørdar nærri og tillagaðar.
Yrkisútbúgvingarnar á Tekniska skúla í Klaksvík og á Glasi byrja sum vanligt tann 20. apríl, men onkrar avmarkingar verða.


Fróðskaparsetur Føroya fer framhaldandi at skipa fjarundirvísing fyri teimum lesandi. Ætlanin er at gjøgnumføra allar próvtøkur í summar, so vítt tað verður møguligt.


Harafturat er ein nýggj coronaráðgeving við fleiri fakfólkum stovnað. Coronaráðgevingin fer at ráðgeva almennum stovnum, fyritøkum, felagsskapum og øðrum, hvussu arbeiðið kann skipast á bestan hátt í mun til smittuspjaðing.