22.11.2022 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Brævatkvøða til løgtingsvalið 2022

Brævatkvøða til løgtingsvalið 2022

Føroyskir veljarar, staddir uttanlands, kunnu brævatkvøða á føroysku sendistovunum.

Mælt verður til at avgreiða brævatkvøðu í seinasta lagi mánadagin 28. november fyri at tryggja, at brævatkvøðan er komin fram á valstaðin áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar 8. desember. Sendistovan átekur sær at senda brævatkvøðurnar til Føroya.

Neyðugt er at ringja til sendistovurnar og avtala eina tíð til at greiða brævatkvøðu. Minnist til at hava samleikaprógv við mynd við.
Eisini ber til at greiða atkvøðu á donskum sendistovum og konsulátum, í teimum londum, har ongin føroysk sendistova er.

  • Føroyskir veljarar, staddir í Keypmannahavn, kunnu brævatkvøða á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn yrkadagar kl. 10-15 á Strandgade 91, 4. hædd, 1401 København K. Tlf: +45 32833770. - Ikki er neyðugt at ringja til Sendistovuna í Keypmannahavn
  • Føroyskir sjúklingar og avvarðandi búsitandi á Sjúklingahotellinum kunnu brævatkvøða á Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn týsdagin, tann 22. november kl. 12-15 á Venøgade 8, 2100 København Ø.
  • Føroyskir sjúklingar, ið eru innlagdir á Ríkissjúkrahúsinum, fáa møguleika fyri at brævatkvøða á sjúkrahúsinum. Eru ivamál kunnu tit ringja á tel. +45 32 83 37 70.
  • Føroyskir veljarar, staddir í Bretlandi, kunnu brævatkvøða á Sendistovu Føroya í London, 55 Sloane Street, London SW1X 9SR. Bílegg tíð á tel. +44 (0) 771 865 4141.
  • Føroyskir veljarar, staddir í Íslandi, kunnu brævatkvøða á Sendistovu Føroya í Reykjavík, Túngötu 14, 3. hædd. Tlf. +354 511 3200.
  • Føroyskir veljarar, staddir í Belgia, kunnu brævatkvøða á Sendistovu Føroya í Brússel, Rue d’Arlon 69-71,1040 Bruxelles. Tlf. + 32 (0) 22 80 04 56.
  • Føroyskir veljarar, staddir í Russlandi, kunnu brævatkvøða á Sendistovu Føroya í Moskva, 9 Prechistensky Pereulok – 119034 Moscow. Tlf. + 7 (926) 990 09 74.
  • Føroyskir veljarar, staddir í Ísrael, kunnu brævatkvøða á Sendistovu Føroya í Tel Aviv, 4 Berkowitz st./ 6423806 Tel Aviv. Tlf. +972 (3) 608 5850.
  • Føroyskir veljarar, staddir í Kina, kunnu brævatkvøða á Sendistovu Føroya í Beijing, 1 Dong Wu Jie, Sanlitun, Chaoyang District, 100600 Beijing, P.R. China. Tlf. +86 139 1056 2534.