01.06.2022 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Barnaváttanarlógin verður sett í gildi

1. juni 2022 varð barnaváttanarlógin sett í gildi. Endamálið við lógini er at verja børn og ung ímóti kynsligum ágangi. Lógin kann lesast her.

Sambært barnaváttanarlógini skulu landsstovnar, kommunalir stovnar, feløg, felagsskapir v.m. fáa barnaváttanir til vegar, áðrenn persónur verður settur í starv ella verður settur til ávísa uppgávu, ið ber í sær beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár. Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur tískil í samstarvi við Føroya Politi, Dátueftirlitið og Undirvísingarstýrið orðað eina vegleiðing, ið kunnar um nýggju lógina. Til ber at lesa vegleiðingina her.

Harumframt hevur Undirvísingarstýrið undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum gjørt eina mannagongd fyri undirvísingarverkið, tá ið nýggj størv skulu setast eftir gildikomu lógarinnar. Mannagongdin kann helst eisini nýtast sum íblástur hjá øðrum og kann lesast her.

Umframt at hava skrivað part av vegleiðingini hevur Føroya Politi gjørt eina frágreiðing á heimasíðuni, sum í stuttum lýsir, hvat ein barnaváttan er, eins og leinki er til serliga oyðublaðið og telduforrit, tá ið søkt verður um barnaváttanir. Kunningin frá Politiinum kann lesast  her.

Fólkatingsins umboðsmaður hevur í síni ársfrágreiðing fyri 2011 bls. 57-61 viðgjørt spurningin um barnaváttanir í sambandi við almennar setanir. Frágreiðingin kann lesast her.