03.05.2022 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Barnaváttanarlógin samtykt

Barnaváttanarlógin samtykt

Tann 2. mai 2022 samtykti Føroya løgting barnaváttanarlógaruppskotið hjá landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum við nøkrum broytingum frá Løgtingsins mentanarnevnd. Barnaváttanarlógin kemur í gildi 1. juni 2022, og er hon tann fyrsta av sínum slag í Føroyum.

Endamálið við lógini er at fyribyrgja kynsligan ágang móti børnum og ungum undir 15 ár. Ítøkiliga ber lógin í sær, at arbeiðsgevarar t.e. stovnar, feløg og felagsskapir, har persónar í starvinum koma í beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár, skulu fáa til vegar eina barnaváttan.

Barnaváttanin vísir eitt nú, um persónur er ella hevur verið skuldsettur, ákærdur, dømdur í málum um kynsligan ágang ímóti børnum.

Ein barnaváttan er eitt serligt slag av revsiváttan, ið inniheldur upplýsingar um skuldsetingar, dómar, ákærufráfall v.m., í sambandi við revsimál móti børnum og ungum undir 15 ár. Barnaváttanin fæst til vegar við at útfylla eitt serligt oyðiblað á heimasíðuni hjá løgregluni, sum, við samtykki frá tí, ið barnaváttanin viðvíkur, verður sent til danska Kriminalregisteret. Samtykki verður givið á sama oyðiblaði.

Ein barnaváttan minnir um eina revsiváttan, men er kortini øðrvísi, tí upplýsingarnir standa á váttanini í munandi longri tíðarskeið samanborið við eina revsiváttan. Tað stytsta tíðarskeiðið er 10 ár frá tí tíðspunkti, at t.d. viðkomandi hevur sitið dómin, ella at ákæran bleiv slept. Harnæst er tað 20 ár, ella til viðkomandi er vorðin 80 ár, alt eftir hvat slag av revsilógarbrot, ið talan er um.

Uttanríkis- og mentamálaráðið arbeiðir í løtuni við at orða eina vegleiðing og fer eftir ætlan um miðjan mai 2022 at senda hana út til viðkomandi aðalráð, stovnar, feløg og felagsskapir.