07.11.2022 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Avtalan um studentaskúlan og venjingarskúlan undirskrivað

Avtalan um studentaskúlan og venjingarskúlan undirskrivað

Nú er avtalan millum Tórshavnar kommunu og Uttanríkis- og mentamálaráðið viðvíkjandi kampusøkinum á Frælsinum undirskrivað av Heðin Mortensen, borgarstjóra, og Jenisi av Rana, uttanríkis- og mentamálaráðharra.

Virksemið hjá Føroya Lærararaskúla og Venjingarskúlanum, sum hevur hildið til í ognunum á Frælsinum, er seinastu árini vorðið partur av Fróðskaparsetrinum og av Skúlanum á Fløtum.

Landsstýrið og kommunan eru vorðin samd um týdningin av at menna eitt umhvørvi fyri hægri lestur, og at ognirnar á Frælsinum skulu nýtast sum liður í at fremja kampusætlanina frá 2019.

Hetta merkir í stuttum, at undirvísingar- og skrivstovuhøli, saman við lestraríbúðum, eftir ætlan verða miðsavnað á einum kampusøki hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum.

Samstundis hevur Tórshavnar kommuna sagt leigusáttmálan hjá Fróðskaparsetrinum av Sjóvinnnuhúsinum upp. Útflytingin verður tó so lagalig, at hon ikki fer at ávirka dagliga virksemið hjá Fróðskaparsetrinum.

Samstundis hevur kommunalt politiskt ynski verið frammi um sum frálíður at savna alla fyrisitingina hjá Tórshavnar kommunu í Sjóvinnuhúsinum.

Partur av avtaluni er eisini, at landsstýrið ger eitt sundurbýti í Hoydølum, so at Studentaskúlin kann seljast Tórshavnar kommunu, samstundis sum at Fróðskaparsetrið sigur frá sær eitt øki í Marknagili, sum kommunan lat Setrinum fyri meira enn 30 árum síðan.

Á høvuðsmyndini síggjast teir báðir Jenis av Rana, landsstýrismaður, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, eftir at avtalan var undirskrivað.