13.10.2022 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Arktiskur politikkur Føroya verður lagdur fram á Arctic Circle

Arktiskur politikkur Føroya verður lagdur fram á Arctic Circle

Í døgunum 13. til 16. oktober luttekur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, á Arctic Circle Assembly 2022 ráðstevnuni í Reykjavík.

Landsstýrismaðurin er ein av høvuðsrøðarunum, tá ráðstevnan verður sett, og har fer landsstýrismaðurin at leggja fram alment føroyska arktiska politikkin, ið júst er orðaður. Eisini luttekur landsstýrismaðurin á tiltaki hjá Útnorðurráðnum um samstarv um havið.

Á ferðini skal landsstýrismaðurin m.a. hitta ráðharrar úr millum annað Bretlandi, Skotlandi, Grønlandi og Íslandi. Eisini skal landsstýrismaðurin undirrita karmsáttmála um fiskiskap Føroyar og Ísland ímillum.

Leygarkvøldið, tá ráðstevnan endar, eru Føroyar vertir fyri stórari móttøku “Faroese Night” í Hørpu fyri øllum luttakarunum á Arctic Circle ráðstevnuni. Umframt tónar frá Hamradun og Lív og Tróndi Enni fáa gestir boðið brellbitar við føroyskum laksi og drykkivørum.

Sí arktiska politikk Føroya: