10.05.2021 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Arktiskur granskingarmálaráðharrafundur

Arktiskur granskingarmálaráðharrafundur

Í vikuskiftinum hevur Uttanríkis- og mentamálaráðið luttikið á ASM3 fundi (Arctic Science Ministerial), sum var hildin í Tokyo. Tey flestu londini luttóku online – eisini vit. Hetta er triðju ferð, at arktiskur granskingarmálaráðharrafundur hevur verið hildin og vóru tað 28 lond, sum luttóku, umframt umboð fyri 6 felagsskapir fyri upprunafólk. Fyrsti ASM fundurin var hildin í Washington DC í 2016, og annar fundurin var í Berlin í 2018. Endamálið við fundunum er at fremja samstarv um arktiska gransking í breiðum høpi. Viðløgd er frágreiðingin frá fundinum og røðan, sum aðalstjórin helt vegna landsstýrismannin. Sí leinki:

ASM røða stytt

ASM3 report final draft