11.08.2022 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Anna Maria Reinert Jensen sett sum fyrstilærari í Kaldbaks skúla

Anna Maria Reinert Jensen sett sum fyrstilærari í Kaldbaks skúla

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, hevur sett Onnu Mariu Reinert Jensen í starvið sum fyrstilærara í Kaldbaks skúla frá 1. august 2022 at rokna.

Anna Maria Reinert Jensen er 52 ára gomul og býr í Hoyvík. Hon tók læraraprógv í 1994 og eftirútbúgving í namsfrøðiligari leiðslu í 2020. Harumframt hevur hon í 2021 tikið skeið á masterstigi í yvirskipaðari namsfrøðiligari leiðslu.

Anna Maria Reinert Jensen hevur drúgvar royndir innan skúlagátt, hon hevur síðan 1996 undirvíst sum lærari í tveimum stórum skúlum í Havn, har hon hevur verið flokslærari øll árini, umframt at hon hevur verið toymisleiðari og leitt verkætlanir.