21.02.2024 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Almennur fundur um burðardygga ferðavinnu verður í Skálanum í Klaksvík, hóskvøldið 22. februar kl. 19.30

Almennur fundur um burðardygga ferðavinnu verður  í Skálanum í Klaksvík, hóskvøldið 22. februar kl. 19.30

Av misgáum var fundurin, sum varð hildin í dag, mikudag 21. februar kl. 17:30, skeivt lýstur á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum og av tí sama eisini í Norðlýsinum.

Nøkur fólk vóru møtt kl. 17:30, og fundurin varð hildin. Kl. 19:30 komu fundarfólkini, sum høvdu sæð skeivt lýstu tíðina, til stongdar dyr. Hetta harmast vit almikið um.

Fundurin verður tí endurtikin í kvøld, hóskvøldið 22. februar kl. 19:30.

Hoyringarfreistin verður longd samsvarandi til fríggjadagin 23. februar kl. 15:00.