29.05.2019 · Uttanríkis- og mentamálaráðið

Alis Jóna Højsted sett í starv sum einalærari í Oyndarfjarðar skúla

Alis Jóna Højsted sett í starv sum einalærari í Oyndarfjarðar skúla

Hanna Jensen, landsstýriskvinna, hevur sett Alis Jónu Højsted í starvið sum einalærara í Oyndarfjarðar skúla frá 12. juni 2019 at rokna.

Alis er 54 ára gomul og tók læraraprógv í 2005, orðblindalæraraútbúgving í 2009 og serlæraraútbúgving í 2012.

Alis hevur drúgvar undirvísingarligar royndir sum lærari í Felagsskúlanum á Oyrarbakka, nú Skúlanum við Streymin. Harumframt hevur hon ávísar leiðsluroyndir sum leiðari á førleikastovuni. Eisini er hon AKT- lærari.