03.09.2018 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Álendski mentamálaráðharrin á vitjan

Álendski mentamálaráðharrin á vitjan

Á middegi í dag kom álendski mentamálaráðharrin, Tony Asumaa, til landið.

Hann er komin á almenna vitjan hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, fyri at kunna seg um føroyska mentanarøkið.

Í dag hevur hann verið og vitjað Glasir og Kringvarpið, og Rigmor Dam hevur greitt honum frá føroyska mentanarøkinum í síni heild, umframt at hann hevur luttikið á einum fundi um føroysku UNESCO-luttøkuna.

Í morgin vitjar álendski mentamálaráðharrin í Norðurlandahúsinum, á Tjóðsavninum og á Fróðskaparsetrinum, har hann millum annað eisini skal hitta umboð fyri granskingarráðið. Seinnapartin í morgin fer hann á eina útferð, og mikumorgunin vitjar hann hjá ÍSF.

- Føroyar og Áland hava nógvar av teimum somu avbjóðingunum - men vit hava eisini nógvar av teimum somu møguleikunum, sigur Tony Asumaa og vísir á, at Áland eins og Føroyar hevur stórt sjálvræði.

Í Álandi kenna tey somuleiðis alt til trupulleikan av at missa ungfólk til onnur lond.

- Okkara ungu lesa víðari í Svøríki og Finnlandi, tí okkara útbúgvingarskipan gongur bara upp til bachelor. Tí er tað sera áhugavert fyri meg at síggja, hvussu nógv tit megna at skapa í Føroyum, bæði við hægri útbúgvingum og við møguleikunum til dømis á Glasi, sigur Tony Asumaa.

Hann heldur, at Føroyar eru eitt sera áhugavert undangonguland fyri smærri tjóðir sum Áland, tí møguleikarnir her - á øllum økjum - eru so sera stórir í mun til lága fólkatalið.

- Nógv av tí, sum eg síggi í Føroyum, eru loysnir, sum vit eisini hava tosað um í Álandi, men tað sær út til, at tit eru betri til at umseta hugskot til veruleika og skapa møguleikar fyri fólkið, sigur hann.

Tony Asumaa fer avstað aftur mikudagin.