12.07.2021 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Áki Johansen tilnevndur sendimaður í Ísrael

Áki Johansen tilnevndur sendimaður í Ísrael

Áki Johansen er tilnevndur sum sendimaður Føroya í Ísrael. Áki Johansen er 52 ára gamal, og útbúgvin BA in International Political Studies og MA in International Management.

Áki Johansen  hevur starvast í Uttanríkistænastuni seinastu 13 árini, og var hann sendimaður í London árini 2008 til 2011 og aftur frá 2015 til 2021.

Áki Johansen tekur við sum sendimaður í Ísrael 1. august.