20.11.2018 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Aðalorðaskifti um fólkaskúlan

Mikumorgunin 21. november kl. 10 byrjar aðalorðaskiftið um fólkaskúlan.

Siktið við aðalorðaskiftinum er at geva tingfólki høvi at siga sína hugsan um fólkaskúlan í breiðastu merking, men eisini at umrøða tey evni, sum hava verið viðgjørd í politiska fólkaskúlabólkinum seinasta árið.

Í politiska fylgibólkinum hava verið umboð fyri politisku flokkarnar á tingi, og tey hava luttikið í orðaskiftinum at gera tillagingar í fólkaskúlaskipanina. Evnini, sum hava verið viðgjørd, hava einamest verið skúlabygnaður, skúladagatalið, 10. flokkur, serøkið, tíma- og lærugreinabýtið og eftirmetingar. 

Fólk sum heild hava hugsanir um fólkaskúlan, og við einum aðalorðaskifti koma hesi vónandi eisini til orðanna í almenna rúminum - bæði umboð fyri foreldur, næmingar, lærarar, skúlaleiðarar og kommunur.

Sum grundarlag undir aðalorðaskiftinum hevur Mentamálaráðið gjørt eina frágreiðing.