30.03.2020 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

650.000 kr. til sjey leiklistaverkætlanir

650.000 kr. til sjey leiklistaverkætlanir

Stuðul verður latin sjey leiklistaverkætlanum av játtanini til yrkisleiklist í 2020. Endamálið við játtanini er at menna yrkisleiklistina, og stuðul kann latast feløgum, bólkum og einstaklingum, ið reka yrkisleiklistaligt virksemi, til leikrit, tónasmíð, leikstjórn, framførslur, keyp av útbúnaði, verkætlanir, skeið, keyp av sakkønari hjálp og annað leiklistavirksemi.

Hesar verkætlanir fingu stuðul:

  • fo, v/Birita Adela Davidsen: Teaturkonsert – kr. 183.348
  • Leikhús Skift v/ Maritu Dalsgaard: Dýpið – 150.000 kr.
  • Durita Sumberg Poulsen: Løsrivelsen – Et requiem for Rigsfællesskabet – 100.000 kr.
  • Rúna Volmarsdóttir Højgaard: RIVA 2020, dansiframførsla – 100.000 kr.
  • Mæja: SJÁLV – 53.000 kr.
  • Gunnvá Zachariasen: Richard III – 50.000 kr.
  • Gunnvá Zachariasen: Skýmingarløtur við William Heinesin – kr. 13.000

Opera.fo hevur fingið stuðul til “Soriée Fantastique”, sum er ein klassisk teaturkonsert við fjølbroyttum sangi, sjónleiki og tónleiki. Hetta er onnur verkætlan hjá Opera.fo, sum í 2018 framleiddi kamaroperuna Dagbókin hjá Leporello, sum var bygd á Don Giovanni hjá Mozart.

Leikhús Skift ætlar at seta upp íslendska einmansleikin Dýpið eftir Jón Atla Jónasson. Leikurin byggir á veruliga hending í 1984, tá ið ein íslendskur útróðrarbátur gekk burtur, og fimm sjómenn sjólótust, meðan ein megnaði at svimja upp á land. Hetta er sostatt ein søga um at yvirliva, hóast sera vánalig útlit.

Tilsamans vóru tíggju umsóknir og søkt varð um 1,4 mió. kr. Játtanin er 650 tús. kr.

Tað er Leiklistaráðið, sum viðger umsóknirnar og ger tilmæli til landsstýrismannin sambært lógini um Tjóðpall Føroya og stuðul til yrkisleiklist v.m.

Mynd: RIVA 2020