15.05.2020 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

6., 7., 8. og 10. flokkur aftur í skúla

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur gjørt av, at allir flokkar skulu aftur í skúla. Hetta vil siga, at nú skulu næmingarnir í 6., 7., 8. og 10. flokki eisini møta í skúla.

Somuleiðis hevur landsstýrismaðurin gjørt av, at Fróðskaparsetur Føroya, Vinnuháskúlin og háskúlar kunnu byrja aftur sum vant.

Skúlagongdin byrjar aftur sum skjótast – í seinasta lagi mikudagin.

Hetta er liður í at fáa Føroyar enn meira upp í ferð.

Meðan ætlanin er, at tey lesandi á Fróðskaparsetur Føroya og á Vinnuháskúlanum skulu til próvtøkur sum vant, skulu næmingarnir í 9. og 10. flokki ikki til endaliga próvtøku í summar.

Tú kanst lesa meira um próvtøkurnar á miðnámsskúlunum her.