18.03.2020 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

17 filmsverkætlanir fáa 1.795.000 kr.

17 filmsverkætlanir fáa 1.795.000 kr.

Stuðul verður latin 17 umsóknum um stuðul til film í ársins fyrra umfari. 25 umsóknir komu inn og søkt varð um tilsamans 3,7 mió. kr. Stuðulin fevnir um eitt nú hugskotsmenning, framleiðslu og útbreiðslu. Talan er um bæði dokumentarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar.

Hesi 17 fingu stuðul:

Andrias Høgenni 450.000 kr.

Kykmyndir v/ Jón Hammer 450.000 kr.

Hanus Johannessen 220.000 kr.

Rannvá J. Johansen 200.000 kr.

Angela Petersen 78.000 kr.

Helga Djurhuus 70.000 kr.

Maria Winther Olsen 70.000 kr.

Trygvi Danielsen 53.000 kr.

Sakaris Stórá 49.000 kr.

Pablo Merin 43.000 kr.

Anita Sólfríð Breyt Hermansen 30.000 kr.

Ebba Malena Debess Thomsen 20.000 kr.

Jonas í Dali Wagner 15.000 kr.

Mariann Sofiasdóttir 12.000 kr.

Gudmund Helmsdal 10.000 kr.

Rannvá J. Johansen 10.000 kr.

Tvær verkætlanir fingu 450.000 kr. Onnur er ein spælifilmsverkætlan eftir Andrias Høgenni við heitinum Brúðarvalsur, sum er eitt tragikomiskt familjudrama. Hin er sjónvarpskrimirøðin TROM eftir Torfinn Jákupsson, sum hevur fingið íblástur frá krimisøgunum eftir Jógvan Isaksen. Hanus Johannessen fekk 220.000 kr. til spælifilmin Dólgarnir um tríggjar dólgar, sum mong munnu minnast frá barnasjónvarpinum í 1980’unum, og sum nú koma undan kavi aftur í 2020’unum. Ársins geytavinnarar, Búi og Dánjal við Hví eru vit her, sum er ein eksistentialistisk barnasendirøð um lívsins stóru spurningar, fáa eisini munagóðan stuðul á 200.000 kr.

Samlaða filmsjáttanin er 2,7 mió. kr. Eitt nýtt stuðulsumfar verður lýst seinni við freist 1. september, tá restin av játtanini, kr. 905.000, verður býtt út.

Mynd: Dólgarnir eftir Hanus Johannessen