Okkara framsýning - listaframsýningar í Mentamálaráðnum

Mentamálaráðið skipar regluliga fyri listaframsýningum í forhøllini á Hoyvíksvegi 72.

Miðað verður ímóti, at 2-3 ymsar framsýningar eru hvørt ár, umboðandi ymisk rák í
føroyskari nútíðarlist. Bæði yrkislærd og ikki yrkislærd hava møguleika fyri at sýna verk síni fram í forhøllini. Framsýningarnar í Mentamálaráðnum eru fjølbroyttar og hava m.a. fevnt um málningar, vatnlitamyndir, grafik, leir, tekstil installatiónir v.m.

Øll eru vælkomin at síggja listaframsýningarnar í vanligu upplatingartíðini hjá Mentamálaráðnum.