Kunningarskriv

Her finnur tú ymisk kunningarskriv frá Mentamálaráðnum.

  • Havnar skansi

    undefined

    Her eru viðmerkingar og fylgiskjøl, ið eru send Yvirfriðingarnevndini viðvíkjandi ætlaðu útbyggingini av Tórshavnar Havn. 

    Skriv Mentamálaráðsins til Yvirfriðingarnevndina

    Fylgiskjøl

  • Kunningarskriv í sambandi við at málsøkið ‘upphavsrættur’ kom á føroyskar hendur 1. januar 2010 - 5. januar 2010

    Upphavsrættur varð 1. januar 2010 føroyskt málsøki, og Mentamálaráðið heitir á øll áhugað um at vera við til at endurskoða verandi skipan, nú føroysk lóggáva skal gerast á økinum. Galdandi danska lógin um upphavsrætt verður verandi í gildi, til nýggj løgtingslóg um upphavsrætt verður sett ístaðin.

    Lógin um upphavsrætt tryggjar rithøvundum og listafólkum lógarfest einkarættindi til vard verk ella framleiðslur. Lógin hevur ásetingar um nýtslu av vardu verkunum og ásetir eisini t.d., at rættindahavararnir hava rætt til samsýning fyri nýtslu av verkunum. Vanligt er, at rættindahavarar skipa seg í felagsskapum, ið varða av rættindunum teirra vegna.

    Mentamálaráðið fær ábyrgd av nýggja málsøkinum og vil nýta høvi at endurskoða alla skipanina við innkrevjing av gjøldum, sum verða kravd sambært lógini og at tryggja gjøgnumskygni við skipanini.

    Mentamálaráðið ger í løtuni uppskot til broytingar í verandi lóg (Anordning nr. 1003 frá 11. december 2001 om ikrafttræden for Færøerne af lov om ophavsret), soleiðis, at hon skjótast til ber verður lagað til føroysk viðurskifti.

    • føroysk loysn í mun til møgulig trætumál.
    • kravd lógarbroyting til tess at liva upp til altjóða sáttmála á økinum.


    Arbeitt verður við at gera uppskot til eina nýggja løgtingslóg um upphavsrætt.

    • allir áhugabólkar fáa høvi at gera viðmerkingar.
    • ætlanin er, at felagsskapir, rættindahavarar og brúkarar skulu vera við í hoyringarbólkum, sum skulu hava fundir um ávís evni, sum lóggávan fevnir um.

    Hóast upphavsrætturin er skipaður við lóg, eru tað rættindahavararnir, sum gera av, hvussu virksemið við innkrevjing og útgjaldi av gjøldum skal vera. Eftir yvirtøkuna skal Mentamálaráðið tryggja eftirlit og gjøgnumskygni við virkseminum hjá fyrisitingarligu felagsskapunum, ið virka á føroyska marknaðinum. Higartil hava donsku felagsskapirnir Koda og Gramex í Danmark virkað á føroyska marknaðinum við loyvi frá danska mentamálaráðnum. Koda umboðar tónaskøld, sangskrivarar, teksthøvundar og tónleikaforløg. Gramex umboðar sangarar, tónleikarar og plátufeløg.

    Mentamálaráðið hevur gjørt av at geva Koda og Gramex tíðaravmarkaða góðkenning galdandi frá 1. januar 2010 til 31. desember 2010.

    Felagið Fjølrit er felag fyri føroyskar rættindahavarar til listaverk og onnur hugverk. Fjølrit virkar fyri áhugamálum hjá rættindahavarum og umsitur peningin, sum kemur inn fyri nýtslu av vardum listaverkum. Fjølrit, sum umboðar ein týðandi part av føroyskum rættindahavarum á økinum, hevur í dag heimild í lógini at samráðast og gera sáttmálar um loyvi til at fjølrita verk hjá limunum.

    Mentamálaráðið ætlar:

    at Fjølrit, sum umboð fyri ein týðandi part av rættindahavarunum, skal hava góðkenning frá landsstýrismanninum frá 1. januar 2011 at rokna. Hetta verður gjørt fyri, at Mentamálaráðið kann hava eftirlit við virkseminum, og harvið verður hetta rættindaøkið eisini javnsett tónleikaøkinum.

    at heita á felagsskapir og rættindahavarar sum heild at umhugsa, hvørt tað eisini eftir 31. desember 2010 skulu vera Koda og Gramex, sum umsita teirra rættindi.

    at heita á rættindahavararnar at umhugsa, hvørt tað eisini eftir 31. desember 2010 skal vera Fjølrit, sum umsitur teirra rættindi.

    Hevur tú ella tann felagsskapur, tú ert limur í, áhuga í at luttaka í arbeiðinum at smíða nýggju lógina um upphavsrætt og vera við til at endurskoða verandi skipanir, kanst tú vinarliga senda teldupost til mmr@mmr.fo ella skriva til Mentamálaráðið.

    Mentamálaráðið vónar, at rættindahavarar á øllum rættindaøkjum fara at nýta høvi at taka lut í hesum endurskoðanararbeiði, soleiðis at upphavsrætturin kemur at virka á øllum rættindaøkjum.

    Mentamálaráðið tann 05.12.09