Frágreiðingar

Her finnur tú ymiskar frágreiðingar, sum Mentamálaráðið hevur givið út ella hevur verið við til at geva út.


Temafrágreiðing um starvsfólkatørvin næstu 10 árini innan vælferðarøkið - Apríl 2021

Búskaparráðið hevur sambært áheitan frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum gjørt eina temafrágreiðing um starvsfólkatørvin næstu 10 árini innan vælferðarøkið.

Í arbeiðinum við kanningini hevur Búskaparráðið verið í sambandi við nógvar partar fyri at finna fram til, hvørja broytingar væntandi verða innan starvsfólkatørvin komandi árini. Kanningin viðvíkur tí øllum hesum pørtum, sum vóru við til framløguna.

Frágreiðingin kann lesast her.