Dátuvernd

Uttanríkis- og mentamálaráðið er dátuábyrgdari. Tað merkir, at stovnurin fær persónsupplýsingar frá borgarum, oftast í sambandi við fyrispurningar innanfyri málsøkini hjá stovninum. Tað kann tó eisini vera í sambandi við onnur viðurskifti.

Í allari viðgerð leggur Uttanríkis- og mentamálaráðið stóran dent á at tryggja og verja persónsupplýsingar. Persónsupplýsingar eru allar upplýsingar, sum eru knýttar ella kunnu knýtast at ávísum likamligum persóni, sambært §6 í dátuverndarlógini.

Uttanríkis- og mentamálaráðið skal – eins og allar fyritøkur og almennir stovnar í landinum – viðgerða persónsupplýsingar sambært ásetingum í dátuverndarlógini.

Hetta merkir millum annað, at persónsupplýsingar

  • skulu viðgerast lógliga, rímiliga og á gjøgnumskygdan hátt,
  • skulu savnast til nágreiniliga tilskilað og heimilað endamál, og
  • skulu vera nøktandi, viðkomandi og avmarkaðar til tað, sum er neyðugt til tey endamál, sum tær verða viðgjørdar til (§7 í dátuverndarlógini).

Les meir um skyldurnar hjá dátuábyrgdarum í dátuverndarlógini.

Stovnar og fyritøkur skulu hava eitt dátuverndarfólk, sum skal hjálpa dátuábyrgdaranum at halda reglurnar í dátuverndarlógini. Les meir um dátuverndarfólk.

Dátuverndarfólk á Uttanríkis- og mentamálaráðnum er Noomi K. Rasmussen, telefon 555024, teldupost noomir@ummr.fo.