Álit

Her finnur tú ymisk álit og tilmæli, sum Mentamálaráðið hevur gjørt ella verið við til at gera.


Átøk at fremja lesihugin - Føroyar lesa - Februar 2019

Tær fýra, Turið Kjølbro, Marjun Ziskason, Lydia Didriksen og Sissal M. Rasmussen, sum tóku stig til kanningina av lesivanum hjá trimum árgangum í fólkaskúlanum í 2017/18,  handaðu fríggjadagin tann 22. februar 2019 Honnu Jensen, landsstýriskvinnu, eitt upprit um, hvat kann verða gjørt og sett í verk, soleiðis at børn lesa meiri. Les uppritið her.