- Fólkaskúlaálitið 2023
Fólkaskúlaálitið varð handað landsstýrismanninum 24. mai 2023.
Í álitinum eru 18 tilmæli, har høvuðstilmælini eru at lækka floksstøddina, at menna tvílæraraskipanina og at umskipa tíma- og lærugreinabýtið, soleiðis at skúlin í størri mun fær sett inn og lagt til rættis í mun til tørvin í einstaka flokkinum. Áherðsla er samstundis løgd á førleikamenning, sum er ein fyritreyt fyri, at skúlin bæði kann skipa samlæring og eina fjølbroytta undirvísing, har dentur verður lagdur á bæði bókligu, handaligu og skapandi lærugreinarnar, umframt fjølbroyttar arbeiðshættir. Umráðandi er at skúlin í sínari ráðlegging av undirvísingini í hvørjum flokki bæði tekur hædd fyri trivnaði og einari fjølbroyttari undirvísing.
Álitið kann lesast her.
Tey, sum hava mannað arbeiðsbólkin eru: Vagn Foldbo, Harriet Hansen, Janus Vang, Erla Olsen, Janus Haraldsen, Eyðdis Eidesgaard, Jacob Eli Olsen, Rannvá Joensen, Eyðun Gaard, Høgni V. Warberg, og Jenny Lydersen, forkvinna.
- Fyri barnsins besta - tilmæli frá dagstovnaráðnum 2023
Tilmæli "Fyri barnsins besta" frá Dagstovnaráðnum - handað landsstýrismanninum í februar 2023. Les her.
- Tilmæli - Børn við sálarligum og ella sosialum avbjóðingum - Feb. 2023
Seinastu árini hevur alsamt størri fokus verið á, at avbjóðingar eru í skipanum og kring skipanir, sum skulu samskipa sítt virksemi, soleiðis at børn og ung í truplum umstøðum verða stuðlað og hjálpt. Í hesum sambandi setti landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og mentamálum (í dag Barna- og útbúgvingarmálaráðið) henda arbeiðsbólk at nágreina og vísa á átøk á fólkaskúlaøkinum, sum kunnu økja um sannlíkindi fyri, at avvarðandi skipanir yvirum geirar megna at samskipa sítt virksemi, so at børn við sálarligum og sosialum avbjóðingum trívast, mennast og læra í fólkaskúlanum.
Tilmælið varð handa mánadagin 13. februar 2023.
- Tilmæli - Ung við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum og útbúgving
Arbeiðsbólkurin, sum í vár 2021 varð settur at koma við boðum uppá átøk, ið kunnu bøta um sannlíkindi fyri at ung við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum, megna at fullføra miðnám, hevur handað landsstýrismanninum tilmæli.
Arbeiðið hjá bólkinum fevnir um skúlaøkið, heilsuøkið og almannaøkið.
Tilmælið varð handað landsstýrismanninum 18. november 2021.
- Álit um fremmandamál í føroyska skúlaverkinum - Oktober 2021
Arbeiðsbólkur, sum varð settur at gera uppskot til tillagingar í fólkaskúla og á miðnámi við tí endamáli at styrkja støðuna hjá fremmandamálum í skúlaverkinum, hevur handað landsstýrismanninum tilmæli tann 28. oktober 2021. Les her.
- Bóklingur um tvímæltar næmingar í fólkaskúlanum - Desember 2020
Bóklingurin vendir sær fyrst og fremst til lærarar og onnur starvsfólk í fólkaskúlanum, sum taka ímóti og undirvísa tvímæltum næmingum, ið hava annað móðurmál enn føroyskt. Harumframt er bóklingurin eisini viðkomandi hjá stovnum, ráðgevum og ábyrgdarpersónum, ið hava tilknýti til fólkaskúlan. Les her:
- Álit um dagføring av bókasavnslógini - September 2020
Landsstýrismaðurin fekk handað álit um dagføring av bókasavnslógini í september 2020. Álitið sæst her
- Tilmæli um fremmandamál í Føroyum - juli 2019
Arbeiðsbólkur hevur handað Honnu Jensen, landsstýriskvinnu, eitt tilmæli til framtíðarætlan fyri fremmandamál í føroyska undirvísingarverkinum. Les tilmælið her.
- Happing í fólkaskúlanum - Mai 2019
- Lopfjølin - Virknaðareftirmeting á várið 2019 - 13. mai 2019
Tann 13. mai 2019 varð eftirmetingin av tilboðnum »Lopfjølin« handað landsstýriskvinnuni í útbúgvingar- og granskingarmálum, Honnu Jensen, og borgarstjóranum í Havn, Anniku Olsen. Les eftirmetingina her.
- Átøk at fremja lesihugin - Føroyar lesa - Februar 2019
Tær fýra, Turið Kjølbro, Marjun Ziskason, Lydia Didriksen og Sissal M. Rasmussen, sum tóku stig til kanningina av lesivanum hjá trimum árgangum í fólkaskúlanum í 2017/18, handaðu fríggjadagin tann 22. februar 2019 Honnu Jensen, landsstýriskvinnu, eitt upprit um, hvat kann verða gjørt og sett í verk, soleiðis at børn lesa meiri. Les uppritið her.
- Álit - Strategisk kampusætlan - Februar 2019
Arbeiðsbólkur við Sigurði í Jákupsstovu, rektara á Fróðskaparsetri Føroya, hevur handað Mentamálaráðnum tilmæli og stragiska kampusætlan. Les her.
- Byggiskrá - Tjóðleikhús - Februar 2019
BYGGISKRÁ. November 2018. TJÓÐLEIKHÚS - til virksemið hjá Tjóðpalli Føroya. Les her.
- Álit um at eftirmeta breytaskipanina - 10. september 2018
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, fekk álit um at eftirmeta breytaskipanina handað tann 12. september 2018. Les álitið her.
- Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil -5. juni 2018
Á fundi í Mentamálaráðnum grundlógardagin 5. juni 2018 fekk Rigmor Dam, landsstýriskvinna, álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil handað. Les álitið her.
- Álit - Endurskoðan av lóg um gransking - 21. mars 2018
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í granskingarmálum, fekk í dag tann 21. mars 2018 handað álit um endurskoðan av lóg um gransking. Les álitið her.
- Tilmæli - Ferðavinnuútbúgving í Miðnám í Vestmanna - 10. mai 2017
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, fekk í dag handað tilmæli um ferðavinnuútbúgving í Miðnám í Vestmanna. Les her.
- Tilmæli um 10. flokk - 2. februar 2017
Fólkaskúlaráðið hevur handað landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam, eitt álit um 10. flokk í Fólkaskúlanum. Les tilmælið her.
- Tjóðleikhús - 2. desember 2015
Bygginevndin fyri Tjóðleikhús handaði mikudagin 2. desember Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, uppskot till byggiskrá til hoyringar við freist 18. januar 2016.
Fylgiskjal 1
- Happing í fólkaskúlanum - mai 2015
Happing í fólkaskúlanum - ein spurnakanning. Kanningin varð handað Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, 8. mai 2015. Les her.