Uttanríkishandil

Útflutningur er grundarlag undir búskapinum og vælferðini í Føroyum. Føroyar hava ein opnan búskap og nógvan samhandli við umheimin. Greiðar og einsháttaðar reglurnar í altjóða handli hava tí stóran týdning fyri føroyska búskapin.

Síðani 1945, og serstakliga síðani 1970árini, er millumtjóða handil vaksin nógv. Ein liður í hesu búskaparligu altjóðagerðini er ein handilslig frælsisgerð millum lond. Í kjalarvørrinum samráðingum í GATT (General Agreement on Tariffs and Trade) frá 1948 og síðan 1995 í WTO (World Trade Organization) er altjóða handil vorðin alsamt meira opin. Henda gongdin hevur merkt, at handilsforðingar eru beindar burtur og at eitt nú tollur á vørum er lækkaður. Kring heimin og í heimspørtum eru sáttmálar gjørdir og felagsskapir settir á stovn við tí endamáli at beina forðingar í samhandlinum burtur. Dømi um hetta eru ESEFTANAFTA og ASEAN.

Rákið seinastu nógvu árini hevur verið, at handilsforðingar millum lond ikki bert snúgva seg um toll og kvotur, men eisini um fleiri onnur sløg av handilsforðingum. Tøkniligar forðingar, standardisering, handil við tænastum og heilsufrøðilig viðurskifti eru týðandi partar av samstarvinum.

Íslandssáttmálin og samstarvi millum Føroya og ES mynda hetta rák. Føroyar eru eitt nú limir heilsufrøðiliga samstarvinum í ES og gjørdust í 2005 partur av evropeiska samstarvinum um upprunareglur (Pan-Euro-Med)

Føroyar hava síðan 1995 verið fevndar av danska limaskapinum í WTO. Sostatt eru altjóða ásetingar, sum eru gjørdar í WTO, eisini galdandi fyri Føroyar.


Handilssáttmálar
Føroyar hava í løtuni fríhandilssáttmálar við Evropasamveldið, Turkaland og EFTA-londini Ísland, Noreg og Sveis.

Hugsjón Føroya á handilsøkinum er fríhandil í víðastu merking. Hetta er grundarlagið í Íslandssáttmálanum, ið beinir allar handilsforðanir burtur, tá ið tað umræður vørur, kapital, tænastur og fólk - tey sonevndu fýra frælsini.

Sáttmáli Føroya við ES frá 1996 er fríhandilssáttmáli fyri vørur, ið loyvir ídnaðarvørum frítt at fara millum partarnar báðar, meðan tað eru avmarkingar á landbúnaðar- og fiskivinnuøkinum. Føroyar hava at kalla veitt ES fullkomnan fríhandil (seyðakjøt og mjólkaúrdrátt undantikið), meðan tað eru avmarkingar hinvegin. Kortini hevur gongdin síðan 1991 verið, tá ið Føroyar á fyrsta sinni fingu fríhandilssáttmála við táverandi EF, at færri og færri handilsforðingar eru.

Tollurin á øllum vørum úr Føroyum til ES sæst her.

Handilssáttmálar Føroya við EFTA londini Noreg og Sveis eru frá fyrst í 1990árunum, og fevna eins og handilssáttmálin við ES bert um vørur.

Góð handilsviðurskifti við onnur lond er sera umráðandi fyri eitt land sum Føroyar. Vit útflyta nærum alt vit framleiða og vit innflyta nærum alt vit nýta. Marknaðaratgongd til alheims marknaðir er tískil sera umráðandi.

Uttanríkis- og minnumálaráðið arbeiðir áhaldandi fyri betra um marknaðaratgongdina fyri vinnulívið og gera handilssáttmálar við onnur lond. Hetta verður gjørt tøttum samskifti við vinnuna. Samskifti er í løtuni við fleiri lond kring heimin um tættari handilssamstarv.

Nærri upplýsingar um fríhandilssáttmálar Føroya fáast við at venda sær til Uttanríkistænastuna. Upplýsingar um tollviðurskifti fáast frá TAKS.