Vinna og mentan

Samhandil við Bretland hevur sera stóran týdning fyri Føroyar. Í 2012 útfluttu Føroyar 11,5% av samlaða útflutninginum til Bretlands, og innflutningur okkara haðani sama ár liggur á 2,6%. Í valuta virði er Bretland týdningarmesta landið fyri Føroyar á útflutningssíðuni, og nummar sjey á innflutningssíðuni. Umframt londini í bretska samveldinum, harav summi rúma stórum møguleikum, kann Bretland eisini síggjast sum okkara portur til Írlands.

Bretland er tískil ein áhugaverdur marknaður fyri føroyskar vinnur, bæði fyri siðbundnar vinnur eins og skapandi vinnur, so sum sniðgeving, tónleik, myndlist og annað. Sendistovan hevur seinastu árini lagt nógva orku í at skapa sambond millum føroyskar fyritøkur og fyritøkur í Bretlandi og Írlandi, bæði tá talan er um innflutning, útflutning og øðrum samstarvi. Dentur hevur verið lagdur á samstarvsmøguleikar millum Føroyar og Bretland innan vinnugransking, kunningar- og samskiftistøkni, fiskasølu, list og ferðavinnu.

Sendistovan í London bjóðar vinnulívinum ráðgeving og leiðbeining um bretska marknaðin. Fleiri fyrispurningar eru svaraðir, og hjálp er veitt fleiri føroyskum fyritøkum. Í flestu førum hevur talan verið um uppgávur, sum til dømis at fáa samband við møguligar veitarar og at upplýsa um marknaðarmøguleikar, bæði fyri útflutningi og innflutningi.

Vinnutænastur
Eitt av endamálunum hjá sendistovuni er at styðja føroyskum vinnulívi á bretska marknaðinum. Sum liður í hesum veitir sendistovan ráðgeving til føroyskar fyritøkur um, hvussu tær kunnu styrkja sína støðu á bretska marknaðinum. Sendistovan kann eisini veita hjálp við størri uppgávum sum til dømis at skipa fyri tiltøkum og gera meira umfatandi kanningararbeiði ímóti gjaldi.

Dømi um uppgávur sendistovan kann hjálpa við, eru:
• Hjálpa fyritøkum at samskifta við almennar myndugleikar og bretskar stovnar um handilsviðurskifti
• Hjálpa fyritøkum at skipa fyri tiltøkum og fyrilestrum í Bretlandi
• Veita hjálp til fyritøkur, ið vilja senda út faldara ella lýsing av egnari framleiðslu ella egnum virki á bretska marknaðin
• Finna fram upplýsingar um bretskar vøru- og tænastuveitarar
• Finna fram til møgulig viðskiftafólk, samstarvsfelagar ella umboðsfólk í Bretlandi
• Veita kunning og ráðgeving um messur í Bretlandi
• Umboða føroyskar fyritøkur á stórum messur (keypstevnur) í Bretlandi
• Knýta sambond og fáa í lag fundir við viðkomandi samstarvsfelagar ella umboðsfólk í Bretlandi


Umframt hetta kann sendistovan eisini fáa í lag samstarv við serkøn, ið kunnu veita aðrar tænastur, sum eitt nú ráðgeving um at stovnseta dótturfelag í Bretlandi og skikkaðar metingar av kappingarføri á bretska marknaðinum.

Nógvar hentar upplýsingar um at seta fyritøku á stovn í Bretlandi eru tøkar á Business Link - ein bretskur stovnur, sum bjóðar stuðul, kunning og ráðgeving til fyritøku.

Heimasíðan www.exhibitions.co.uk hevur eitt víðfevnt yvirlit yvir messur í Bretlandi.

Ferðavinnan og umdømi

Sendistovan hevur saman við Uttanríkistænastuni og øðrum áhugabólkum arbeitt við at fáa eina fatan av, hvørjar áhugar bretsk ferðafólk kunnu hava í Føroyum, og hvørjar ræsir eru bestar at nýta til at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál í Bretlandi.

Sendistovan hevur ígjøgnum hetta greiningararbeiðið funnið fram til 17 bretskar ferðaskrivstovur, ið skara framúr, tí tær selja ferðir til fjarskotin støð og við øðrvísi ferðaítrivi.

Umframt hetta lýsingararbeiði, har ferðaskrivstovur eru málbólkurin, hevur Sendistovan eisini havt nógv samband við fjølmiðlafólk, sum hava skrivað greinar og gjørt útvarps- og sjónvarpssendingar um Føroyar.

Í samstarvi við uttanríkistænastuna hevur sendistovan skipað fyri vitjanum til Føroya fyri bretskum fjølmiðlafólkum við endamálinum at kunna um Føroyar sum ferðamannaland og um føroyska mentan. Í mun til áður hevur Føroyar verið nógv at sæð og hoyrt í bretskum bløðum og sjónvarps- og útvarpsrásum tey seinastu árini.

Eitt nú hevur føroyskur tónleikur verið í eini ørgrynnu av miðlum, har ikki einans tónleikurin hevur verið í miðdeplinum, eisini Føroyar.

Yrkistænastan
Í 2008 skipaði Sendistovan fyri umfatandi kanning av føroyskum útisetum í Bretlandi, har serligt fokus var á spurningin um, hví so nógvir útisetar ikki flyta aftur til Føroyar.

Til tess at minka um fráflytingartrupulleikan er hesin spurningur eitt varandi áhugamál hjá sendistovuni, og gott samskifti og samband við útisetar í Bretlandi verður tí raðfest høgt.

Ein av niðurstøðunum í kanningini ‘Førleiki í útisetu’ var, at ov lítil kunning var til útisetar um starvsmøguleikar í Føroyum. Sendistovan hevur tískil stovnsett eina yrkistænastu fyri føroyingar uttanlands í samstarvi við Vinnuhúsið, MFS og Stuðulsstovnin.

Tænastan inniber, at starvslýsingar frá føroyskum fyritøkum og tí almenna verða sendar áhugaðum føroyskum lesandi soleiðis, at tey verða kunnaði um starvsmøguleikar í Føroyum.

Endamálið við yrkistænastuni er at knýta føroyingar við hægri útbúgving tættari at føroyska samfelagnum og gera samfelagið meira dragandi hjá føroyskum útisetum at koma heimaftur til. Eisini fáa føroysk starvspláss betri úrval av umsøkjarum til ymiskar avbjóðingar, sum krevja hægri útbúgving.

Les meira um Yrkistænastuna á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum og á heimasíðuni hjá MFS.