Útisetar í Bretlandi

Ein týðandi partur av virkseminum hjá Sendistovuni er at røkja sambond við føroyingar í Bretlandi og at veita teimum kunning og hjálp, tá tørvur er á tí.

Nógvir føroyingar búgva í Bretlandi. Næst aftaná Danmark, er Bretland landið, har ið flestir føroyingar nema sær útbúgving. Eisini eru nógvir føroyingar, sum starvast í Bretlandi.

Útisetar í Bretlandi takast ofta við spennandi og nýskapandi virksemi, bæði innan starv og lesnað, og Sendistovan sær tað sum sína uppgávu at vera ein sambindingarliður hjá hesum føroyingum til Føroyar og at styrkja tilknýti teirra til Føroya og aðrar føroyingar. Hendan uppgáva verður røkt á fleiri økjum.

Tiltøk

Tiltøkini, sum sendistovan skipar fyri, hava fleiri endamál. Umframt at hava eitt sosialt endamál, er ætlanin við hesum tiltøkunum eisini at birta undir felagsskap og ’netverking’ millum útisetar og føroyavinir í Bretlandi. Hetta skal vera við til at fáa fólk at síggja, hvørjar møguleikar eru í okkara landi, og hvat tey kunnu fáa burturúr við at samstarva við aðrar føroyingar.

Eitt av afturvendandi tiltøkunum, sum Sendistovan skipar fyri, er ‘Førleiki í útisetu’. Endamálið við hesum tiltaki er at kunna um samfelagsmenningina heima og at birta undir kjak um starvsmøguleikar og liviumstøður í Føroyum. Hetta gevur lesandi og teimum útisetum, sum starvast í Bretlandi, høvi at geva sítt íkast til samfelagskjakið.

Sendistovan skipar eisini fyri øðrum afturvendandi tiltøkum fyri føroyingum og Føroyavinum. Til dømis verður hvørt ár skipað fyri flaggdagshaldi og jólahugna.

Á Facebook síðu okkara, ber til at kunna seg um komandi tiltøk.

Føroya felagið í London

Sendistovan fegnast um, at eitt Føroya felag er sett á stovn í London, sum ger tað munandi lættari hjá Sendistovuni at fáa samband við føroyingar í økinum, og vit stuðla fegin á ymiskan hátt, tá tiltøk verða fyriskipað. Slíkt samanhald er til nyttu fyri bæði føroyingar í Bretlandi og fyri Sendistovuna.

Sí Facebook síðuna hjá Føroyafelagnum í London her.