Útbúgving


Alt fleiri føroyingar leita sær til Bretlands at nema sær útbúgving. Í Bretlandi eru nógvir góðir og altjóða viðurkendir skúlar og hægri lærustovnar, og møguleiki er eisini í fleiri førum at taka eina áhugaverda útbúgving, sum ikki fæst í øðrum londum.

Góðskan á hægri lærustovnum í Bretlandi er ymisk innan ymiskar lærugreinar. Sum hjálp at taka avgerð um, hvønn lærustovn tú vilt søkja inn á, kanst tú til dømis lesa vegleiðingarnar The Guardian University Guide og The Complete University Guide.

Altjóða Skrivstovan í Føroyum kann veita holla ráðgeving í sambandi við fyrireiking av lestraruppihaldi í Bretlandi, tá ið tað ræður um upptøkutreytir, fígging og almennar upplýsingar um Bretland og bretsku útbúgvingarskipanina. Nógvar hentar upplýsingar eru á heimasíðuni hjá skrivstovuni. Set teg í samband við skrivstovuna gjøgnum teldubræv, telefon (+298) 322 065 ella við at støkka inná gólvið í J. C. Svabos gøtu 14 í Tórshavn.

Hent kunning um praktisk, peningalig og formlig viðurskifti í samband við lesnað er eisini at finna á heimasíðuni hjá bretska ráðnum fyri altjóða lesandi UKCISA (UK Council for International Student Affairs).