Konsulátstænastur

Føroyingar, sum búgva í Bretlandi og sum hava danskan ríkisborgararætt, kunnu venda sær til donsku sendistovuna í London ella til ein av donsku konslunum í Bretlandi, um serligir trupulleikar taka seg upp. Danska sendistovan útflýggjar føroyingum pass og koyrikort, umframt at hon veitir ráðgeving í sambandi við sjúku ella deyða.

Nærri upplýsingar um konsulátstænastur eru at finna á heimasíðuni (storbritannien.um.dk) hjá donsku sendistovuni í London undir ”Rejse og ophold”. Set teg í samband við donsku sendistovuna á telefon +44 207 333 0200 ella við at senda teimum ein teldupost.

Fólk eru sjálvandi altíð vælkomin at seta seg í samband við okkum at fáa ráðgeving.