Endamál og uppgávur

Sendistovan er umboð fyri almennu Føroyar í Bretlandi og Lýðveldið Írlands.

Høvuðsuppgávan snýr seg fyrst og fremst um at virka fyri góðum viðurskiftum millum Føroyar og Bretland á politiskum- og embætisstigi. Sendistovan hevur ein týðandi leiklut, tá tað ræður um at sýna blíðskap og virðing fyri vertslandinum.

Yvirskipað eru uppgávurnar hesar:

• At veita ráðgeving og frágreiðingar til føroyskar myndugleikar.

• Vegna landsstýrið at skapa netverk og røkja sambond við bretskar myndugleikar

og umboð fyri stovnar og felagsskapir.

• At røkja sambond við millumtjóða felagsskapir.

• At styðja føroyskum vinnulívi í teirra virksemi í Bretlandi.

• At styðja føroyska mentan í Bretlandi.

• At stuðla føroyingum, sum búgva ella eru á vitjan í Bretlandi.

• At røkja sambandið við Lýðveldið Írlands sum almenna umboð Føroya.