Diplomatiskt virksemi

Bretland er tað einasta av okkara næstu grannalondum, ið verður mett sum stórveldi. Bretland hevur framvegis munandi politiska, fíggjarliga og mentanarliga ávirkan, og London er á mangan hátt ein heimsfíggjar- og mentanarmiðdepil.

Hóast stórar búskaparligar avbjóðingar seinastu árini hevur landið ein sera virknan búskap, ið er ógvuliga tætt knýttur at alheimsbúskapinum - bæði fíggjarliga og vinnuliga.

Føroyar hevur týdningarmikil sambond við Bretland. Vit hava týðandi vinnulig sambond, serliga tá talan er um útflutning av fiskavørum til Bretlands. Vit hava felags mark, ið hevur týdning fyri viðurskiftini landanna millum - bæði viðvíkjandi livandi tilfeinginum í sjónum og øðrum tilfeingi, so sum olju og gass.

Grannastøða okkara hevur eisini við sær samskifti og samstarv um ferðavinnu, umhvørvisvernd og sjóbjarging.

Samstarv og samráðingar
Ein serliga týdningarmikil samstarvsfelagi hjá sendistovuni er fleirflokkabólkurin í bretska tinginum, All-Party Parliamentary Group on the Faroe Islands, sum er mannaður av 20 bretskum tinglimum, ið hava serligan áhuga fyri føroyskum viðurskiftum.

Sendistovan virkar fyri fruktagóðum og strategiskum samstarvi við hendan tingbólk, eins og hon tekur sær av samskifti við bretskar myndugleikar, sum til dømis bretska uttanríkisráðið.

Sum heild verður virkað fyri at fremja føroysk áhugamál ígjøgnum lobby-virksemi, og sendistovan samráðast eisini við røttu myndugleikar ella stjórnarumboð, um politiskir tvørleikar taka seg upp.

Millumtjóða felagsskapir
Sendistovan er fasta umboð Føroya í International Maritime Organization (IMO), ið hevur høvuðssæti í London. IMO er serskrivstova hjá Sameindu Tjóðum, og hevur ábyrgd av at virka fyri trygd í skipaferðslu og at minka um havdálking frá skipum.

Sendistovan røkir eisini sambond við North East Atlantic Fisheries Commission (NEAFC) og North Atlantic Salmon Conservation Organization (NASCO), ið áseta burðardyggar fiskakvotur í havinum um okkara leiðir.