Borgarakunning
Sendistovan veitir kunning og hjálp til føroyingar, sum búgva í Bretlandi ella ætla sær at flyta til Bretlands. Vit hava góða vitan um bretsk viðurskifti og svara fegin spurningum ella vísa tær til rætta viðkomandi.
Flestu almennu borgaratænastur fyri føroyingar í Bretlandi, sum eitt nú konsulátshjálp og uppihaldsloyvi, fara fram umvegis donsku sendistovuna í London, men fólk eru altíð vælkomin at seta seg í samband við okkum gjøgnum teldupost ella telefon, um nøkur ivamál eru.