Arbeiðs- og uppihaldsloyvi
Føroyingar við reyðum ES passi hava somu rættindi sum vanligir ES borgarar at arbeiða og búgva seg í Bretlandi. Heimasíðan (storbritannien.um.dk) hjá donsku sendistovuni í London hevur eina góða vegleiðing um at flyta til Bretlands, har til ber at finna nógvar hentar upplýsingar um eitt nú uppihaldsloyvi, arbeiðsloyvi, fíggjarlig viðurskifti og bústað í Bretlandi. Hygg eisini undir Slóðir fyri at finna fleiri heimasíður við hentari kunning um Bretland.
Føroyingar við grønum passi mugu hava ’entry clearance’, um teir ynskja at verða í Bretlandi í meira enn 6 mánaðir. ‘Entry clearance’ er at rokna sum eitt innferðarloyvi, og tað fæst til høldar við at venda sær til bretsku sendistovuna í Keypmannahavn. Umframt at útvega ymisk skjalprógv, skal ein gjalda eina ávísa upphædd fyri at fáa hetta loyvi. Vanliga er eitt ’entry clearance’ bert galdandi í 6 mánaðir, tó verða undantøk gjørd.