Føroyskur matur við til Íslands

Fiskur
Ongar avmarkingar eru til privatpersónar, ið flyta fisk við sær til Íslands.

 

Kjøt
Fyrst í 2020 bleiv íslendska lóggávan um innflutning av kjøti úr Føroyum broytt. Áður hevur verið neyðugt at søkja um loyvi frá íslendska matvørustovninum, Mast, og frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Nú kunnu persónar flyta við sær kjøt úr Føroyum til Íslands, upp til 10 kg pr. persón til privat brúk, uttan serstakt loyvi. Hvat viðvíkur tollinum, kann tó væntast at skula gjalda eitt minni gjald fyri hvørt kg, ið fer upp um tey 3 kg, ið er hámarkið fyri innflutning av tollfríum mati.

Upplýsingar um hetta eru á heimasíðuni hjá Matvælastofnum: https://www.mast.is/en/import-export/what-can-i-bring-with-me-to-iceland