Stutt og greitt um íslendska stjórnarskipan og politikk

Stutt og greitt um íslendska stjórnarskipan og politikk

Stjórnarskipanin
Tá Ísland fekk tjóðveldi í juni 1944, varð nýggj stjórnarskipan sett í gildi. Hon var í stóran mun bygd á stjórnarskipanina hjá danska kongaríkinum. Størsti munurin var, at forsetin, sum nú kom ístaðin fyri kongin, skuldi veljast við fólkaatkvøðu 4. hvørt ár. Tað er onki evstamark fyri, hvussu leingi forsetin kann sita, tað krevst bara at hann verður afturvaldur.

Ætlanin var, at stjórnarskipanin skuldi endurskoðast skjótt eftir at hon varð samtykt í 1944. Fleiri altingsnevndir hava gjøgnum árini gjørt ymsar smávegis broytingar í stjórnarskipanini. Í 1995 varð tó gjørd ein størri broyting, sum snúði seg um at fáa grundleggjandi reglur viðv. mannarættindum inn í stjórnarskipanina.Atfinningarnar móti verandi stjórnaskipan er, at hon er ógreið og at nógvar reglur kunnu tolkast ymist. Ført verður fram, at hon t.d. ikki nevnir tjóðina sum hon, ið fyrst og fremst hevur valdið og hon nevnir ikki fólkaræði, tingræði ella ríkisstjórnina. Tey atfinningarsomu halda, at núverandi stjórnarskipan gevur eina villleiðandi mynd av, hvussu siðvenjan hevur verið, t.d. hevur forsetin meiri vald í veruleikanum enn skipanin gevur honum.

Eftir at búskaparkreppan brast á seinasta heyst, kemur nýggj megi í kravið um at broyta stjórnarskipanina. Mett verður at Altingið er ov veikt, og neyðugt er eisini at seta greiðari reglur viðvíkjandi fólkaatkvøðum.

Fyribilsstjórnin, ið nú situr, hevur raðfest arbeiðið við at gera nýggja stjórnarskipan høgt.
Hon ynskir at inn skulu koma greiðar ásetingar, sum skipa valdið millum útinnandi og lóggevandi valdið og hon heldur at tørvur er á at tryggja tinginum meira ávirkan. Eisini eru ætlanir um at gera broytingar viðv. staðfesting av náttúrutilfeingi landsins og ásetingar um tjóðaratkvøðu.

Sitandi stjórn arbeiðir við at skipa eitt stjórnarskipanarting, eitt sokallað “stjórnlagating” ið skal gera uppskot til nýggja stjórnarskipan. Í uppskotinum um stjórnlagating liggur, at uml 41 fólk manna tingið, har helmingurin er fólkavaldur (við tjóðaratkvøðu) og helmingurin er valdur av Altinginum.

Funnist hevur verið at samgonguni fyri at taka valdið frá tinginum við hesum uppskoti (serliga frá Sjálfstæðisflokkinum) og fyri at leggja eitt óneyðugt, eyka dýrt lið aftrat stjórnarkervinum. Hinvegin vísir stjórnin á, at royndirnar hava víst, at stór politisk ósemja hevur stungið seg upp viðvíkjandi orðingum hjá teimum stjórnarskipanarnevndum, ið hava sitið fyrr, og sum hava verið mannaðar av altingslimum. Hetta hevur gjørt, at tað ongantíð enn hevur eydnast at fingið nakrar veruligar broytingar inn í stjórnarskipanina og tí er neyðugt at velja eitt veruligt stjórnarskipanarting, aftrat Altinginum.

Uppskotið at skipa stjórnlagating er í nevnd nú og viðmerkjarar vilja vera við, at Sjálfstæðisflokkurinn roynir at draga málið út, tí hann er harðliga ímóti tí.

Leiklutur forsetans í sambandi við skipan av stjórn
Eftir at val hevur verið til Altingið, fara allir floksformenninir eina forseta rundu (eins og danska Drotningarundan), har forsetin spyr til málsetningar hjá teimum ymsu flokkunum og tekur so har frá avgerð um, hvør skal leiða samráðingarnar til at skipa samgongu. Hetta er tó meir ein formalitetur enn nakað, ið verður útint í praksis. Valúrslitið og samskiftið millum teir ymsu flokkarnar setur avmarkingar fyri valdið hjá forsetanum.

Forsetin hevur mandat til at geva teimum, ið eru samd um at fara undir stjórnarsamstarv, umboð til at mynda ríkisstjórn. T.d. tá ið Geir H. Haarde og Ingibjørg Sólrún Gísladóttir vóru samd um at skipa stjórn í 2007, fóru tey til forsetan og bóðu hann veita teimum umboð og hann gav teimum hetta umboð uttan at blanda seg uppí. Øðrvísi er um tað er ósemja, tá hevur forsetin ein meira aktivan leiklut. T.d. tá ið minnilutastjórnin tók við í januar í ár, tosaði forsetin við umboð fyri allar flokkarnar fyri at finna fram til hvør stjórn var mest sannlík og soleiðis varð avgjørt, at núverandi stjórn millum Samfylkingina og VG, við stuðli frá Framsóknarflokkinum, hevði breiðastu undirtøkuna.


Politiska søgan og flokkarnir
Tann flokkurin, ið hevur sitið oftast í stjórn er Sjálfstæðisflokkurinn. Hann hevur sitið 2/3 av tíðini millum 1944 og 2009 og í miðal hava tað oftast verið Sjálfstæðisflokkurinn og Framsóknarflokkurinn, ið hava myndað stjórn. Teir sótu út í eitt frá 1995 til 2007, har Davíð Oddsson meginpartin av tíðini sat sum forsætismálaráðharri.


Framsóknarflokkurinn
(The Progressive Party – hoyrir til tann liberala flokksbólkin í altjóða høpi)
Framsóknarflokkurinn er elsti flokkur Íslands og varð settur á stovn av Samvinnu rørsluni og ungdómsrørsluni í desember 1916. Frá 1916 til 1930 vaks flokkurin stútt og var størstur við 35% av atkvøðunum. Tingmannatal Framsóknarflokksins hevur tó verið í støðugari minking síðan 1963, tá flokkurin hevði 19 tingmenn og 28% av atkvøðunum. Í 2007 fekk flokkurin 11,7% av atkvøðunum og 7 tinglimir.

Framsóknarflokkurin hevur sitið nógv við valdið gjøgnum tíðina og hevur haft forsætisráðharran lutfalsliga ofta síðan 1944. Flokkurin er miðju flokkur, og hevur tískil starvað við bæði høgra og vinstra flokkar.

Flokkurin liggur høgrumegin miðjuna og hevur verið grundfestur í landbúnaðinum. Hann hevur megnað at hildið ein part av kjarnuveljarunum at sær, tá hugsað verður um stóru broytingarnar sum eru farnar fram frá landbúnaðarsamfelagnum til ídnaðar – og tænastuvinnu samfelagið, síðan flokkurin varð stovnaður.

Framsóknarflokkurin vil loysa mál við støði í sosialari hugsjón og vælferð, samstundis sum hann leggur dent á eitt sterkt vinnulív sum amboð til at menna vælferðarstatin. Hann er forsprákari fyri at gera nýtslu av náttúrutilfeinginum til tess at menna vinnu og ídnað.

Formaður í flokkinum er Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, nýggjur og einans 33 ára gamal. Teir halda seg í eini bíðistøðu viðv. málinum um ES-limaskap. Framsóknarflokkurin er stuðulsflokkur hjá minnilutastjórnini millum Samfylkingina og Vinstri Græn.

Framsóknarflokkurinn hevur í dag um 12.000 skrásettar limir og 7 tingmenn.
Heimasíðan er: http://www.framsokn.is/


Sjálfstæðisflokkurinn

(The Independence Party – hoyrir til tann konservativa flokksbólkin í altjóða høpi)
Sjálfstæðisflokkurinn varð stovnaður í 1929 sum ein samanrenning av Íhaldsflokkinum (Konservativa flokkinum) og Frjálslynda flokkinum (Liberala flokkinum) og er tann størsta politiska rørslan í Íslandi.

Tað týdningarmesta í stevnuskránni hjá Sjálfstæðisflokkinum er:
Trúgvin á frælsi hins einstaka og at hvør borgari hevur ábyrgd fyri sínum egnu handlingum, fordómsloysi mótvegis meiningunum og lívshátti hjá øðrum, felags áhugamál hjá ymsu samfelagsstættunum, og ivi um at staturin kann loysa allar trupulleikar.

Atkvøðutølini hjá Sjálfstæðisflokkinum frá 1931 til 1999 hava ligið millum 27 og 42,5 %. Veljarakanningar í mars 2009 geva tó bert flokkinum 26% av atkvøðunum og er hetta søguliga lágt.

Sjálfstæðisflokkurinn er heitur talsmaður fyri einskiljingum á øllum økjum í samfelagnum. Flokkurin er grundleggjandi ímóti ES limaskapi, sjálvt um tað eru røddir innanfloks, sum lata meira upp fyri at nærkast ES. Síðan kreppan tók seg upp eru hesar røddir vorðnar fleiri og reystari.

Sjálfstæðisflokkurinn hevur sitið við valdið frá 1991 til 1. februar 2009 og hevur havt forsætisráðharran og fíggjarmálaráðharran øll árini, uttan eitt tíðarskeið millum 2004 og 2006, tá Framsóknarflokkurinn hevði forsetisráðharran.. Flokkurin situr í andstøðu nú, eftir at Samfylkingin sleit stjórnasamstarvið við teir í januar og fór, saman við Vinstru Grønum, í fyribilsstjórn.

Flokkurin fer í løtuni ígjøgnum eina broyting, og á landsfundinum seinast í mars varð Bjarni Benediktsson valdur til nýggjan formann fyri flokkin. Flokkurin hevur verið fyri stórum atfinningum seinastu mánaðirnar og verður í stóran mun settur til svars fyri at kreppan gjørdist so álvarslig.

Í dag hevur flokkurin knappar 50.000 skrásettar limir og 26 tingmenn.
Heimasíðan er: http://www.xd.is/


Frjálslyndi flokkurinn
(The Liberal Party – hoyrir til tann liberala flokksbólkin í altjóða høpi)
Frjálslyndi flokkurinn varð stovnaður í 1998 av einum fyrrverandi tingmanni fyri Sjálfstæðisflokkinn. Frammanundan hava tað verið tveir flokkar, ið hava kallað seg Frjálslyndi flokkurin, hin fyrri frá 1926 til 1929 og hin seinni frá 1973 til 1974. Flokkurin bleiv stovnaður sum mótstøðuflokkur móti at kvotaskipanin varð innførd í fiskivinnuni. Hetta er enn aðalmál flokksins og td. nevnir flokkurin ofta føroysku fiskidagaskipanina sum fyrimynd. Flokkurin hevur eisini haft sterk sjónarmið viðv. tilflytarapolitikki og er helst tann einasti flokkur í Íslandi, sum leggur stóran dent á at hava strangar reglur fyri tilflytarar.

Flokkurin hevur í dag um 2.000 skrásettar limir og 3 tingmenn.
Heimasíðan er: http://www.xf.is/


Samfylkingin
(The Alliance Party – hoyrir til tann socialdemokratiska flokksbólkin í altjóða høpi)
Samfylkingin varð stovnað í mai 2000 av fólki, ið komu frá Kvennalistanum (stovnaður í 1983), Alþýðubandalaginu (stovnað í 1956) og Alþýðuflokkinum (stovnaður 1916). Hetta vóru alt vinstra flokkar sum vildu gera ein sterkan mótpol til sterka høgraflokkin, Sjálfstæðisflokkinn. Samfylkingin kom í samgongu í 2007 saman við Sjálfstæðisflokkinum, men hevur nú sagt samgonguna upp og er farin í fyribils minnilutastjórn saman við Vinstri Grænum og við Jóhonnu Sigurðardóttur sum forsætisráðharra. Flokkurin er vinstru megin miðjuna og einasti flokkur í Ìslandi sum altíð hevur verið fyri ES limaskapi. Alþýðuflokkurinn, sum seinni gjørdist partur av Samfylkingini, var fyrsti flokkur, ið setti ES limaskap í stevnuskrá sína í 1994.

Samfylkingin leggur stóran dent á uttanríkispolitikk og at vera meiri sjónlig í altjóðasamfelagnum. Flokkurin stuðlaði íslendska framboðið til trygdarráðið og stuðlar eisini NATO og ES limaskapi. Samfylkingin er klovin í umhvørvismálum (m.a. tá talan er um aluminiums verk og urbanisering), stórsti parturin av veljarunum er tó umhvørvissinnaður. Tó verða umhvørvismál altíð sett eitt sindur til viks tá ið arbeiðsloysið er stórt. Vælferðarmál hava verið nummar eitt fyri veljararnar hjá Samfylkingini, tó er hetta mál farið eitt sindur afturum nú, tá ES limaskapur er eitt so heitt mál.

Flokkurin hevur um 20.000 skrásettar limir og17 tingmenn.
Heimasíðan er: http://www.samfylkingin.is/


Vinstri Grænir
(Left-Green Movement – hoyrir til vinstra-socialistiska flokksbólkin í altjóða høpi)
Vinstri Grænir vórðu stovnaðir í februar 1999 fyri at savna tey vinstravendu og umhvørvisverndarfólk. Ein roynd hevði verið gjørd í eina tíð at savna fólk frá Alþýðuflokkinum, Alþýðubandalaginu og Kvennalistanum í ein flokk, men har vóru nógvar ymiskar meiningar og ósemjur. Meirilutin stovnaði Samfylkingina, men ein partur (serliga frá Alþýðubandalaginu) stovnaði Vinstri Græna. Stevnumið flokksins er at samantvinna sosial mál og umhvørvisvernd. Haraftrat eru komin mál sum bygdamenning, kvinnufrælsi/javnstøða og fræls altjóðastevna. Flokkurin ynskir at Ísland er sjálvstøðugt og neutralt í altjóða høpi, og sostatt stendur uttanfyri td NATO og ES.

Fyrst sóu útlitini ikki so bjørt út fyri flokkin, men til valið í 1999 fingu Vinstri Grænir 9,1% av atkvøðunum, ið gav teimum 6 tinglimir. Til valið í 2007 vaks talið úr 6 upp í 9 tinglimir, tá tey fingu 14,3% av atkvøðunum. Seinastu veljarakanningarnar sum gjørdar eru eftir at kreppan byrjaði, vísa eina stóra framgongd til Vinstri Grænir og hann og Samfylkingin eru nú størstu flokkar í Íslandi. Vinstri Grænir eru ein partur av fyribils stjórnini sum situr fram til valið 25. apríl 2009.

Flokkurin hevur um 3.000 skrásettar limir og 9 tinglimir.
Heimasíðan er: http://www.vg.is/

 


Sendistovan í Reykjavík
06 apríl 2009