Íslendsk krøv til handverkarar

Krøv til húsasmiðir í Íslandi. Krøvini í Føroyum og í Íslandi til at starvast sum húsasmiður eru ikki heilt eins. Her hava vit gjørt eina stutta lýsing av íslendsku krøvunum til útbúgvingina sum húsasmiður:

1. Fyrst lærir ein til timburmann, so viðkomandi gerst sveinur. Sambært íslendskari lóg skulu lærlingar, tá teir ganga í íðnaðarskúla (tekniska skúla), fáa kunnleika til bókhald og handil. Ídnaðarmálaráðið útskrivar sveinabrævið.

2. Fyri at ein sveinur kann gerast meistari, skal hann starvast hjá einum meistara í eitt ár og umframt fáa meistaraprógv frá meistaraskúla. Hetta er ein 2-ára ástøðilig útbúgving. Sýslumaðurin, har sum viðkomandi býr, útskrivar meistarabrævið (sum gevur rættindi til at starvast innan sína vinnugrein) og íðnaðarloyvið (sum er ætlað teimum, ið vilja stovna fyritøku). Tá viðkomandi hevur fingið meistarabrævið og íðnaðarloyvi kann hon/hann kalla seg “íðnaðarmeistari”.

3. Um viðkomandi vil víðari og hava ábyrgd fyri byggiverkætlanum, skal viðkomandi søkja Umhvørvismálaráðið um løggilding. Hesa løggilding vísir meistarin fram fyri byggiharranum. Tá hon/hann hevur fingið hesa løggilding kann handverksmeistarin átaka sær ábyrgd av ávísum arbeiði í byggiverkætlanum. Hesar reglur eru galdandi fyri øll, bæði íslendingar og útlendingar. Henda skipanin hevur virkað í 15-20 ár í Íslandi og sambært íslendskum myndugleikum, er skipanin grundað á ES-góðkenningar.