Kunning til føroyskar fyritøkur um alment innkeyp í Íslandi

Í Íslandi verður nærum alt keyp hjá tí almenna savnað og boðið út av stovninum Ríkiskaup - www.rikiskaup.is -. Á hesi heimasíðu finst m.a. kunning um ymsu vørurnar og tænasturnar, ið verða bodnar út, hvørjar treytirnar eru og hvør hevur sáttmálan nú.
Føroyskar fyritøkur, ið hava áhuga fyri at bjóða seg fram í Íslandi, kunnu nýta hesa heimasíðu, at kunna seg um viðkomandi viðurskifti, ið eru galdandi fyri tær vørur og tænastur tær bjóða fram. Somuleiðis ber sjálvsagt til, at venda sær beinleiðis til stovnin, at fáa vegleiðing um hvussu farast skal fram, um føroysk fyritøka ynskir at luttaka í eini komandi útbjóðing.

Um ivamál ella spurningar eru í hesum sambandi, er Sendistova Føroya í Reykjavík fús at veita hjálp og vegleiðing.