Sendistova Føroya í Reykjavík

Við undirritanini av Hoyvíkssáttmálanum í August 2005, gjørdu føroyska og íslendska stjórnin av at víðka búskaparliga samstarvi landanna millum. Ein ítøkilig avleiðing av sáttmálanum var, at stjórnirnar báðar tóku stig til at lata upp umboðsstovur í høvuðsstøðunum hvør hjá øðrum. Íslendska aðalkonsulátið lat upp í Gongini í Havn í apríl 2007 og føroyska sendistovan lat upp í Austurstræti 12 sama ár, og varð hon 1. Juni 2013 flutt niðan á ovastu hædd á Túngata 14.

Føroyar og Ísland eru grannatjóðir og hava felags søgu og mentan. Londini bæði hava í mong ár samstarvað á nógvum økjum, tó hevur tað søguliga verið á fiskivinnuøkinum at mesta samstarvi er farið fram.

Aðalendamálið við nýggju sendistovuni í Reykjavik er at styrkja okkara politisku, umsitingarligu, mentanarligu og búskaparligu viðurskifti við Ísland. Men vit ynskja eisini at skapa samband við tey lond, ið longu hava diplomatiska umboðan í Reykjavik.

Hendan heimasíða gevur almenna kunning og upplýsingar um Føroyar, føroysk-íslendsk viðurskifti umframt leinkjur víðari til viðkomandi heimasíður.

Vónandi kann Sendistova Føroya í Reykjavík í framtíðini verða við til at styrkja og eggja til økt samstarv landanna millum. Hava tit spurningar ella viðmerkingar til tilfarið á hesari heimasíðu, hoyra vit fegin frá tygum.

Vinarliga

Petur Petersen

Sendiharri Føroya í Reykjavik

 

Samband

Túngata 14, 3rd floor – 101 Reykjavik, Iceland

Tlf: +354 511 32 00 Fax: +354 5113209

reykjavik@tinganes.fo