Sendistova Føroya í Moskva lat upp í mars 2015. Umframt at arbeiða til frama fyri at betra og framhaldandi tryggja sambondini millum Russland og Føroyar, er fremsta endamálið hjá Sendistovuni eisini at veita føroyskum borgarum, fyritøkum og  myndugleikum holla tænastu í sambandi við øll viðurskifti, ið hava við Russland at gera.

Sambondini millum Føroyar og Russland eru serstøk, ikki minst havandi í huga slóðbrótandi og drúgva sambandið millum londini bæði innan fiskivinnu. Hesi viðurskifti skulu tó mennast á tí grundarlagi, at tað tænir báðum londum best at samstarva á øllum økjum við felags áhuga. Neyðugt er at kjølfesta handilssamstarvið landanna millum við einum tryggum altjóða rættarkarmi, og ein av fremstu uppgávum hjá Sendistovuni er at virka til frama fyri einum fríhandilssáttmála við Russland og hini limalondini í Evro-asiatisku búskaparsamveldinum.

Við hesum í huga verður arbeitt til frama fyri at økja um vitanina um Føroyar í Russlandi, ikki minst tá umræður at umboða føroyska mentan.

Umframt at vera sendiharri Føroya í Russlandi, er sendimaðurin eisini sendiharri Føroya í Hvítarusslandi, Armenia, Kirgistan og Kazakstan.