Ferðing til Bretlands

Innferðarkrøvini til útlendingar eru tey somu fyri alt Bretland. Ætlanin við ferðini og longdin av uppihaldinum eru avgerandi fyri, um neyðugt er við uppihaldsloyvi (visum). Ferðafólk úr Føroyum og ávísum øðrum evropeiskum londum kunnu vera í Bretlandi í upp til 3 mánaðir uttan visum. Les meir um visum reglarnar fyri ferðandi úr Føroyum her og leita umvegis visum finnaran hjá bretsku myndugleikum.

Um COVID-19 krøv í samband við innferð, les her.

Við innferð til Bretlands kunnu ferðandi út Føroyum hava 10kg av matvørum við sær. Bretskir myndugleikar hava nágreinandi kunning viðvíkjandi hesum undantakinum.

Eftir innferð til Bretlands tryggjar 1959 Sáttmálin millum Danmark og UK um sosiala trygd millum annað javnrættindi til heilsutrygd og heilsuveitingar undir styttri uppihaldi. Sáttmálin er enn galdandi fyri ferðandi úr Føroyum, hóast bláa ES ferðatryggingarkortið (European Health Insurance Card) er ikki longur galdandi í Bretlandi.

Í Bretlandi er føroyska koyrikortið galdandi fyri smærri akfør í upp til 12 mánaðir. Føroyar eru positivt nevndar sum eitt “designated country” í lóggávuni um góðkend koyrikort í Bretlandi. Koyrikort frá Akstovuni kann býtast um við eitt bretskt koyrikort innan fimm ár eftir, at flutt verður til Bretlands – hetta umvegis Driver & Vehicle Licensing Authority (DVLA). Les um umbýti av føroyska koyrikortinum á heimasíðuni hjá DVLA her.