COVID-19

COVID-19 krøv við innferð til Bretlands eru í løtuni tey somu, um ferðast verður til Ongland, Skotland, Wales ella Norður Írland. Her er kunning hjá bretsku myndugleikunum fyri Ongland, skotskum myndugleikunumwalisisku myndugleikunum, og norður írsku myndugleikunum.

Frá 4. oktober eru COVID-19 innferðar krøvini broytt, so at tað nú fyrst og fremst verður hugt at koppsetingar status hjá ferðandi til Bretlands. Harafturat býtir Bretland ikki longur lond upp í tríggjar ymiskar listar, men tað eru framvegis nøkur lond á reyða listanum. Hvørki Føroyar ella Danmark eru á reyða listanum hjá Bretlandi.

Um tú ert fult koppsett/ur so eru hesi krøvini galdandi:

Legg til merkis, at hetta skal avgreiðast undan fráferð.

Neyðugt er at vera í heimauppihaldi til svar frá PCR testini er tøkt. Tað er umráðandi, at ferðafólk kunnu prógva at tey eru fult koppsett. Føroyska koronapassið er góðkent prógv hjá bretsku myndugleikunum.

Harafturat er tað nú krav í Bretlandi at brúka masku, bæði tá ferðast verður við samferðslu og innandura har fleiri fólk eru savnað t.d. í handlum.

Verður flogið úr Føroyum til Bretlands umvegis annað land, er umráðandi at kanna um landið er á reyða listanum. Um ikki eru somu krøv galdandi.

Verður ferðast beinleiðis úr Føroyum til Bretlands við skipi ella báti, eru omanfyrinevndu krøv eisini galdandi um tú ert fult koppsett/ur. Tað kann vera viðkomandi at seta seg í samband við havnarskrivstovuna á staðnum viðvíkjandi spurningum og ivamálum.

Um tú ikki ert fult koppsett/ur eru hesi krøvini galdandi:

  • tak eina COVID-19 test – í fyrsta lagi 3 dagar undan fráferð
  • bóka og gjald fyri COVID-19 2. dag test og 8. dag test – skulu takast 2. og 8. dag eftir komu
  • útfyll ein passenger locator form – skal útfyllast í fyrsta lagi 48 tímar áðrenn fráferð
  • 10 daga sóttarhald eftir komu til Bretlands

Undan fráferð er neyðugt at vísa COVID-19 átøkum og reglum á staðnum ans. Nágreinandi kunning hesum viðvíkjandi er at finna fyri OnglandSkotlandWales, og Norður Írland.

Undan fráferð úr Bretlandi til Føroyar er somuleiðis neyðugt at vísa bæði føroyskum COVID-19 átøkum og reglum og almennu ferðavegleiðingunum hjá donsku myndugleikunum ans. Legg til merkis, at ymisk krøv eru galdandi alt eftir hvussu landið tú ferðast frá er bólkað, hvussu landið tú hevur bústað í er bólkað, um tú ert liðugt koppsett/ur, um tú áður ert smittað/ur ella ferðast við negativari COVID-19 test.

Ferðandi til Danmarkar, sum annaðhvørt kunnu prógva sína koppseting (hava koppsetingarpass) ella hava havt koronusmittuna, sleppa undan COVID-19 test og sóttarhaldi. Onnur ferðandi skulu taka eina COVID-19 test, innan 24 tímar eftir komu.

Ferðandi úr londum, sum verða roknað sum serliga vandamikil, noyðast í sóttarhald til tey hava negativt svar frá COVID-19 test á 4. degi eftir komu.

Við innferð til Føroya verður mælt til, at ferðafólk lata seg testa 2 dagar áðrenn fráferð og tveir dagar eftir komu.

Frá 15. november verður kravt at ferðafólk vísa koronapass við markið til Føroya. Øll ferðafólk, sum hvørki kunnu vísa koronapass ella eina test, sum ikki er eldri enn 72 tímar, skulu testast við markið.

Har verandi føroyskar leiðreglur áseta at vísa koronapass innlendis í Føroyum kunnu øll ES góðkend koronapass nýtast, harímillum bretska NHS koronapassið.