Arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Bretlandi

Ferðafólk úr Føroyum og ávísum øðrum evropeiskum londum kunnu vera í Bretlandi í upp til 3 mánaðir uttan uppihaldsloyvi (visum).

Bláa ES ferðatryggingarkortið (European Health Insurance Card) er ikki longur galdandi, men 1959 Sáttmálin millum Danmark og UK um sosiala trygd er enn galdandi fyri Føroyar, og tryggjar millum annað javnrættindi til heilsutrygd og heilsuveitingar undir styttri uppihaldi.

1. januar 2021 var bretska útlendingalógin dagførd soleiðis, at nýggja sokallaða “Points Based System” stigaskipanin fyri uppihalds- og arbeiðsloyvi kom í gildi, og er galdandi fyri allar útlendingar, sum ætla at búseta seg og/ella arbeiða í Bretlandi. Bretska innlendismálaráðið (Home Office) hevur í samband við broytingarnar í útlendingalógini gjørt greitt, at sum danskir ríkisborgarar verða føroyingar viðgjørdir eins og borgarar úr ES og EBS.

Fyri longri uppihald er neyðugt við visum móti gjaldi umframt einum NHS heilsugjaldi fyri tíðarskeiðið visum er galdandi. Umvegis visum finnaran hjá bretsku myndugleikum ber til at finna rætta visum, her.

Meir kunning um nýggju bretsku útlendingalógina er at finna her.

Føroyingar, sum longu búgva í Bretlandi skulu skráseta seg hjá EU Settlement Scheme í seinasta lagi 30. juni 2021 til tess at tryggja sær loyvi at vera verandi. Tey sum hava búð 5 ár ella longri í Bretlandi fram til 30. desember 2020 kunnu søkja um settled status, ið er treytað varandi uppihaldsloyvi. Tey sum hava verið styttri enn 5 ár, kunnu søkja pre-settled status, og síðani settled status seinni.

Les meir um EU Settlement Scheme (EUSS) her. Spurningar viðvíkjandi EUSS skipanini skulu setast EU Settlement Resolution Centre her.