Menningardepilin
Umsókn um íverksetarapláss, tykisskrivstovu ella skrivstovu kann sendast til copenhagen@ummr.fo
Menningardepil á Sendistovuni
Í tøttum samstarvi við føroyskar vinnuframaskipanir bjóðar Sendistovan nú skrivstovu- og fundarhøli.
Møguleiki er hjá íverksetarafyritøkum at leiga arbeiðspláss og atgongd til fundar- og móttøkuhøli á einari av bestu adressunum í Keypmannahavn fyri lagaligar treytir.
Tá ið fyritøkan búnast, hækkar gjaldið, men vit kunnu framhaldandi bjóða høli, adressu og bestu karmar fyri kappingarførar prísir.
Menningardepilin á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn er skipaður í samstarvi millum Sendistovuna, Vinnuframa, Framtak, Íverksetarahúsið og Hugskotið.
Ráðgeving
Umboð fyri føroysku vinnuframaskipanina eru fús at veita íverksetarum í deplinum ráð og vegleiðing.
Ráðgevararnir eru sum oftast staddir í Føroyum, men kunnu ráðgeva umvegis telefon ella Skype.
Karmar og tænastur
Trýst á myndina fyri at taka niður talvuna sum pdf-skjal
Umhvørvið
Menningardepilin hevur eina lítla og eina størri skrivstovu, sum verða skipaðar sum felags skrivstovur fyri íverkstararnar í deplinum.
Eisini eru størri fundar- og móttøkuhøli, ið kunnu bíleggjast eftir tørvi.
Sendistovan er á Norðuratlantsbryggjuni, beint yvir av Nyhavnini, Strandgade 91, 4. hædd, 1401 Keypmannahavn K.