Sendistovur Føroya

Uttanríkistænasta Føroya hevur fimm sendistovur uttanlands. Í fýra støðum hevur sendifólkið diplomatiskan støðu í avvarðandi verstlandi. Tað er sendimaður til Íslands, sendimaðurin til ES og sendimaðurin til Stórabretlands og Írlands og sendimaðurin til Russlands. Sendistovan í Keypmannahavn hevur hinvegin ikki diplomatiska støðu. Kortini er tað vorðið siðvenja, at sendifólkið í Keypmannahavn, eins og í hinum trimum støðunum, í mongum høpi verður roknað sum partur av sendifólkaliðnum, corps diplomatique, á staðnum.

Endamálið hjá sendistovum Føroya er í høvuðsheitum, eins og hjá øðrum londum, at skapa og røkja sambond í vertslandinum og miðla kunning og sambond millum heimlandið og vertslandið til tess at fremja áhugamál Føroya, politiskt, vinnuliga, mentanarliga og á annan hátt.

Sambond verða skapt og røkt við myndugleikar, aðrar diplomatar, vinnulív, mentanarlív og aðrar samfelagsbólkar í vertslandinum. Persónligt samspæl er týdningarmikið. Hóast tøkniligu menningina, fara andlit til andlit sambond framhaldandi at vera kjarnin í diplomatiskum virksemi.

Ein vælskipað uttanríkistænasta og eitt vælskipað diplomatiskt lið við sendistovum er sjálvur kjarnin í samskiftinum millum lond og stovnar í altjóða høpi.

Ymiskt er, hvørji mál tær fimm føroysku sendistovurnar arbeiða við, og raðfest verður ymiskt, samsvarandi teim málum og starvsøkjum, ið hava størstan áhuga fyri Føroyar og føroysk áhugamál í viðkomandi landi.

Nøkur dømi kunnu nevnast: Sendistovan í Brússel starvast mest við viðurskiftum Føroya við ES. Sendistovan í Keypmannahavn hevur rættiliga breitt starvsøki, ið ofta er tengt at, hvørji mál, ið eru til viðgerðar millum føroyskar og danskar myndugleikar. Stóra talið av føroyskum lesandi í Bretlandi, men eisini t.d. oljuvinnu- og fiskivinnuáhugamál hava verið í sjóneykuni hjá sendistovuni í London. Arbeiðið hjá sendistovuni í Reykjavík er merkt av, at nógv samband er millum Føroyar og Ísland, bæði á einstaklinga og vinnustigi.