Ráðharraráðið og Ráðið

Í 1962 varð Helsingforssáttmálin samtyktur, og varð hetta formliga grundarlagið fyri norðurlandasamstarvinum. Sáttmálin ásetti seks samstarvsøkir: rættar-, mentanar-, almanna-, fíggjar-, flutnings- og umhvørvisøki. Samstarvið kom síðan at fevna um samstarv á øllum stjórnarøkjum uttan trygdar-, verju- og uttanríkispolitikk.

Norðurlandaráðið
Norðurlandaráðið er parlamentariski stovnurin í norðurlendska samstarvinum og er samstarv millum tey átta tingini í Norðurlondum. Tá Norðurlandaráðið byrjaði sítt virksemi í 1952 var Finland ikki við. Finland gjørdist limur í samstarvinum í 1956.

Føroyar og Áland komu upp í samstarvið í 1969, og Grønland í 1979, tá ið Grønland fekk heimastýri. Í Norðurlandaráðnum eru 87 limir. Svøríki og Norra hava 20 limir hvør, Finland hevur 18 limir, Danmark hevur 16 limir og Ísland hevur 7, Føroyar, Grønland og Áland hava 2 limir hvør.

Bert limir ið eru valdir á ting í Norðurlondum kunnu vera limir í Norðurlandaráðnum.

Dagliga leiðslan liggur hjá formansskapinum, og hægsti myndugleiki er aðalfundurin millum teir 87 limirnar.

Norðurlandaráðið skal:

  • Fremja politisk átøk
  • Vera politisk drívmegi
  • Ansa eftir, at Norðurlendska Ráðharraráðið røkir sínar skyldur
  • Góðkenna og gera møguligar broytingar í uppskotunum til fíggjarætlan fyri Norðurlendska Ráðharraráðið.

Norðurlendska Ráðharraráðið
Norðurlendska Ráðharraráðið er formliga samstarvið millum stjórnirnar í norðurlondum og fevnir um tilsamans 10 ráðharraráð.

Forsætisráðharrarnir hava evstu ábyrgd fyri stjórnarsamstarvinum. Hesa ábyrgd hava forsætisráðharrarnir tó latið teimum átta samstarvsráðharrarunum (MR-SAM) at røkja, saman við Norðurlendsku Samstarvsnevndini (NSK), sum hevur ábyrgd av at samskipa politiska norðurlendska samstarvið.

Føroyski samstarvsráðharrin luttekur í øllum virksemi hjá samstarvsráðharrunum. Løgmaður hevur havt avmarkaða atgongd til fundirnar, men í 2014 eydnaðist at gerast partur av forsætisráðharrafundunum.

Føroyar, Grønland og Áland kunnu velja at taka undir við teimum avgerðum, sum verða tiknar í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Tann 5. september 2007 samtyktu samstarvsráðharrarnir sonevnda Álandsskjalið, sum kortleggur tey átøk, sum skulu styrkja luttøkuna hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi í norðurlendska samstarvinum.

Norðurlendska Ráðharraráðið skal:

  • Leiða og fyriskipa samstarvið
  • Seta átøk í verk
  • Gera norrøna fíggjarætlan
  • Gera frágreiðingar um og kunna um samstarvið í Norðurlanda Ráðharraráðnum

Norðurlandaráðið og Norðurlendska Ráðharraráðið hava skrivstovu í Keypmannahavn.

 

(Mynd: www.norden.org.)