Fyriskipan fyri virksemi hjá ráðgevandi nevndini fyri altjóða menningarsamstarv

Við heimild í løgtingslóg nr. 44 frá 14. mai 2007 § 4 stk. 3 um altjóða menningarsamstarv hevur løgmaður fyrisett soljóðandi fyriskipan fyri virksemi hjá ráðgevandi nevndini fyri altjóða menningarsamstarv:

§ 1. Løgmansskrivstovan boðar til fyrsta fund í nývaldu nevndini. Tá verður formaður valdur og næstformaður í nevndini millum nevndarlimirnar. 
§ 2. Løgmansskrivstovan letur nevndini skrivara og skrivstovuhald og hevur um hendi skjalagoymslu nevndarinnar. 
§ 3. Skrivari nevndarinnar boðar til fundar í nevndini, við í minsta lagi 8 daga freist. Saman við fundarfráboðanini verður send hvørjum nevdarlimi fundarskrá og møguligt skjalatilfar.
Stk. 2. Vanliga upplýsir formaðurin við fundarlok, nær komandi fundur verður. 
§ 4. Skrivarin skrivar fundarfrásøgn við upplýsingum um:
Hvør, ið hevur luttikið
Evnini í fundarskránni
Hvørjar niðurstøðurnar eru í einstøku fundarevnunum 
Stk. 2. Í teimum førum har nevndin ynskir tað, verður frásøgnin gjørd við
samandrátti av øllum, sum sagt verður á nevndarfundi. 
Stk. 3. Á næsta fundi verður fundarfrásøgnin løgd fram til góðkenningar, og verður, tá ið hon er góðkend, undirskrivað av formanni og skrivara og løgd í skjalagoymsluna. 
§ 5. Nevndin er viðtøkufør, tá ið helmingurin av limunum, heruppií formaðurin ella næstformaðurin, er á fundi.
Stk. 2. Mál er samtykt tá ið fleiri atkvøður eru fyri enn ímóti. Stendur á jøvnum er málið fallið.
Stk. 3.Nevndarlimirnir hava skyldu at boða hvørjum øðrum frá einum og hvørjum spurningi, sum kann verða orsøk til at viðgera spurningin um gegni nevndarlimsins.

§ 6. Nevndarformaðurin stýrir nevndarfundunum.
Stk. 2. Hevur formaðurin forfall, tekur næstformaðurin við størvum formansins.

§ 7. Nevndarlimirnir fáa samsýning sambært galdandi reglur um samsýning av nevndarlimum í alment settum nevndum.

 

Tórshavn hin 1. november 2007