Limir í ráðgevandi nevndini

Til tess at fremja lógina um altjóða menningarsamstarv í verki, er ráðgevandi nevnd, sum arbeiðir eftir ásettari fyriskipan. Nevndin hevur formann og fýra limir, sum løgmaður tilnevnir at sita í fýra ára skeið. Uppgávan hjá ráðgevandi nevndini er at veita landsstýrismanninum ráð um hvussu lógin um altjóða menningarsamstarv skal fremjast í verki. Harumframt verða allar umsóknir um menningarsamstarv lagdar fyri nevndina til ummælis.

  • Annika Beinta Hoydal er útbúgvin og í starvi sum jarðarmóðir á landssjúkrahúsinum. Annika hevur royndir innan altjóða menningarsamstarv sum útsend fyri Reyða Kross og sum ráðgevi í heilsuverkætlan í Kambodja.

  • Jacoba Kruse er mannfrøðingur og hevur starvast innan mannarættindaøki sum aðalskrivari hjá Amnesty International Føroya Deild. Jacoba Kruse hevur í fyrrverandi starvi á Løgmansskrivstovuni verið við til at fyrireika arbeiðið at orða lóg um altjóða menningarsamstarv.

  • Hans Jacob Kollslíð starvast sum miðnámsskúlalærari og lestrarvegleiðari á miðnámsskúlanum á Kambsdali. Hans Jacob hevur útbúgving innan altjóða fiskivinnuumsiting og lesur M.A. in Counselling á Fróðskaparsetri Føroya.

  • Anna Sofía Veyhe er útbúgvin jarðarmóðir og hevur harumframt masterútbúgving í almennari heilsu og PhD í Public Health. Anna Sofía hevur vegna uttanríkistænastuna verið útsend sum ráðgevi og at fremja eftirlit á heilsuverkætlan í Kenja í 2015.

  • Bogi Eliasen er útbúgvin samfelagsfrøðingur, og atknýttur partnari í Copenhagen Institute For Future Studies (Institut for Fremtidsforskning). Bogi Eliasen stóð fyri arbeiðinum at tilevna føroyskan menningarsamstarvspolitikk í 2004.