Leiðreglur fyri menningarsamstarv og neyðhjálp

Tørvurin á humaniterum virksemi hevur ongantíð verið størri í heiminum enn í dag. Títtleikin av nátturuvanlukkum veksur støðugt. Hóttanin ímóti friði í heiminum er somuleiðis áhaldandi.

Ósemjur og kríggj tarna menning í menningarlondum og eru orsøk til størstu humaniteru kreppur í heiminum. Síðani heimurin varð raktur av COVID-19, hava neyðhjálparfelagsskapir alsamt víst á avleiðingarnar av farsóttini; fyri at steðga smittuni hava lond stongt landamørkini, og hetta hevur avmarkað møguleikarnar fyri flutningi av matvørum og aðrari neyðhjálp til tey neyðstøddu. Harumframt hevur farsóttin økt trýstið á heilsuverkið í hesum økjunum. COVID-19 verður tí sædd sum størsta yvirskipaða hóttanin í løtuni, tí hon rakar øll londini, har neyðin longu frammanundan er stór.

Menningarsamstarv og neyðhjálp hava havt fremstu raðfesting hjá landsstýrinum, og játtanin er fleirfaldað seinnu árini, úr trimum upp í níggju milliónir um árið. Økta játtanin er ein liður í hugsjónini um, at Føroyar, sum eitt ríkt og framkomið land, skulu taka størri ábyrgd í altjóða samfelagnum og vera við til at menna og hjálpa, har tørvur er. Harumframt er málið at raðfesta føroyska luttøku ovarlaga. Føroysk luttøka er raðfest í viðurkenning av, at Føroyar hava nógv at lata og eins nógv at læra í altjóða samstarvi fyri menning og friði.

Føroyingar hava í fleiri ár virkað runt allan heimin í hjálpararbeiði av ymsum slag, summi út frá útlendskum og onnur ígjøgnum føroyskar hjálparfelagsskapir. Landsstýrið virðismetir hetta arbeiðið sera høgt og viðurkennir stóru tøkini, ið hesi taka fyri at bøta um og menna lívskorini hjá teimum, ið ikki fingu eins góðar umstøður at liva undir, sum vit her heima. 

Raðfestu økini innan menningarsamstarv eru heimsmálini 1, 2, 3, 4, 5 og 14[1]

 

1.      Leiðreglur fyri stuðli til menningarsamstarv

Endamálið er at veita stuðul til verkætlanir, ið fyribyrgja fátækradømi í sivilsamfelagnum[2] í tøttum samstarvi við tey, sum verkætlanin er til frama fyri. Niðanfyri lýsa vit krøv, sum verða sett til umsóknir, og tær reglur, sum liggja til grund fyri meting av umsóknini.

1.1 Yvirskipað um menningarsamstarv í sivilsamfelagnum

Vit stuðla felagsskapum, sum vilja virka fyri at bøta um livistøðið í sivilsamfelagnum. Stuðulin skal virka fyri menning av einum sterkum, óheftum og fjølbroyttum sivilsamfelagi, sum virkar fyri at bøta um egin kor og fyribyrgja fátækradømi. Hugsanin er, at eitt sterkt sivilsamfelag, har borgarar taka lut og ábyrgd fyri menning av egnum korum, er ein fyritreyt fyri burðardyggari samfelagsmenning sum heild.  

1.2 Burðardygd

Tað finnast nógvar allýsingar av hugtakinum burðardygd. Vit staðfesta, at talan er um burðardygga menning, tá verkætlan førir til varandi jaliga broyting og úrslit fyri tey ella tað økið, sum verkætlanin er til frama fyri eftir verkætlanarlok. Tað skal vera gjørligt at meta um burðardygd, áðrenn verkætlan byrjar við støði í málum, sum eru sett fyri verkætlanina. 

1.3 Grundleggjandi meginreglur í menningarsamstarvi

Grundleggjandi snýr menningarsamstarv seg um at beina fyri bygnaðarligum orsøkum til fátækradømi, at tryggja mannarættindi, javnrættindi og fólkaræði. Hetta eru grundleggjandi fortreytir fyri burðardyggari menning. Tí byggir tilgongdin á grundleggjandi leiðreglur um at virka fyri ikki-diskriminatión, virknari luttøku, opinleika og ábyrgd.

Ikki-diskrimination snýr seg um, at fátøk og bólkar, sum eru útsettir og útihýstir, fáa virknan leiklut í samfelagsmenningini og atgongd á jøvnum føti til tilfeingi og tænastur í samfelagnum.

Virkin luttøka snýr seg um, at fólk hava rætt til at skipa seg og taka ábyrgd í samfelagsmenningini, m.a. við at brúka sín talurætt og skipa seg í felagsskapum fyri at røkka málum.

Opinleiki snýr seg um, at borgarar hava fría atgongd til kunning og upplýsing.

Ábyrgd snýr seg um, at tey, sum taka avgerðir vegna borgaran, kunnu ábyrgdast fyri tann politikk, sum ávirkar borgaran. Tí er tað eisini eitt mál, at felagsskapir virka fyri førleikamenning, soleiðis at borgarar gerast førir fyri at taka ábyrgd fyri egnari menning og føra fram sjónarmið til frama fyri sínum rættindum sum borgarar í samfelag.

1.4 Førleikamenning (Capacity Development)

Landsstýrið stuðlar í høvuðsheitum tveimum sløgum av verkætlanum, har dentur verður lagdur á at førleikamenna tann einstaka borgaran og/ella felagsskapin, sum samstarvað verður við.

Vanlig menningarætlan hevur til endamáls at fyribyrgja fátækradømi, menna heilsu og førleikar hjá serliga útsettum bólkum í samfelagnum. Verkætlanin vil aloftast fevna um 1 ára skeið ella meira. Málbólkurin er fátøk ella bólkar, sum á annan hátt liva undir trongum korum – t.d. vegna vánaliga heilsu ella skerdar møguleikar fyri útbúgving. Verkætlanin skal tí virka fyri at broyta grundleggjandi orsøkir, sum elva til teirra støðu. Málbólkurin, sum verkætlanin er til fyri, skal sjálvur taka lut í útinnan og kunna ogna sær førleikar, sum kunnu gagna teimum framhaldandi, tá verkætlanin er liðug. 

Partnaraskapsverkætlan hevur sum beinleiðis endamál at styrkja samstarvsfelagan, har dentur er á at menna fakligar ella organisatoriskar førleikar, ella við vitanarspjaðing og kunning at økja um vitanina hjá felagsskapinum um ávíst øki, sum hevur týdning fyri menning í samstarvandi landinum. Førleikamenning kann eisini fevna um vitanardeiling frá felagsskapi, sum hevur serliga serfrøði og vitan at lata í samstarvinum.

1.5  Hvat verður stuðlað?

Landsstýrið stuðlar verkætlanum, sum eru tøkniliga, búskaparliga og fyrisitingarliga haldgóðar í mun til fortreytir í lokala umhvørvinum, har verkætlanin skal fara fram. Vísast skal á menningarvirðið, t.e. at átøkini føra til broyting og framhaldandi menning aftaná verkætlanarlok.

Verkætlanir, sum leggja dent á førleikamenning og herundir førleikar hjá samstarvsfeløgum, verða raðfestar hægst. Verkætlanin skal skipast soleiðis, at tað í størstan mun er samstarvsfelagin, sum hevur ábyrgd og ognarskap av íverksetan. Verkætlanin skal tí leggjast til rættis eftir førimuni hjá samstarvsfelagnum, sum eisini skal vera við til at orða mál fyri menning.

Stuðul verður ikki latin til ítøkiligar tænastuveitingar, t.d. útgerð og amboð og byggiverkætlanir, uttan so at veitingin er partur av hjálparætlan (humanitert endamál).  

1.6 Hvørjir felagsskapir kunnu søkja stuðul?

Menningarsamstarv er krevjandi og tí verða krøv sett til felagsskapir og lokalu samstarvsfelagar teirra. Krøvini mugu verða uppfylt einsæris ella í felag.

  • Felagsskapurin skal verða skrásettur sum hjálparfelagsskapur.
  • Felagsskapurin skal hava virkað í minsta lagi í 1 ár og hava í minsta lagi 30/50 limir ella stuðlar; krøvini til limatal hækka, jú hægri upphæddin er; t.d. um søkt verður um eina upphædd, ið eru undir 100.000, so er kravið 30 limir/stuðlar; um upphæddin er størri, so er kravið 50 limir/stuðlar.
  • Felagsskapurin skal kunna vísa á kunnleika og innlit í lokal viðurskifti, har ætlanin er at virka.
  • Felagsskapurin skal kunna vísa á royndir, fakligt støði og førleikar í mun til tað, sum er fokus.
  • Felagsskapurin skal kunna vísa á meirvirðið av samstarvinum við samstarvsfelagan.
  • Felagsskapurin skal virka fyri, at samstarvsfelagin mennir førleikar at virka fyri menning á staðnum.
  • Felagsskapurin skal hava fyrisitingarligar førleikar.
  • Felagsskapurin skal hava fólksliga undirtøku, har hann virkar.
  • Felagsskapurin skal vísa á, at samstarvsfelagin hevur undirtøku lokalt.
  • Felagsskapurin skal vísa á, at samstarvsfelagin stendur fyri íverksetan av átøkunum.
  • Samstarvsfelagin skal hava týðandi leiklut í at leggja ætlanir, fyrireika og seta í verk.
  • Felagsskapurin skal ikki hava handilslig ella á annan hátt egin áhugamál í at fremja verkætlanina.

1.7 Hvar verður stuðul latin?

Stuðul verður latin til verkætlanir í londum sum OECD skilmarkar sum menningarlond[3].

1.8 Samstarvsfelagin

Menningarsamstarv skal fara fram í skipaðum samstarvi við lokala umhvørvið. Samstarvið skal byggja á sínámillum avtalu ímillum báðar partar um at røkka felags málum, har íkastið hjá báðum pørtum er greitt, og har lokali samstarvsfelagin hevur verið við til at orða mál og mið. Verkætlanin kann hava ítøkiligt mál um at menna førleikar hjá lokala samstarvsfelaganum.

1.9 Játtanin til menningarsamstarv stuðlar:

  • Útreiðslur í sambandi við mennandi átøk og lokalar lønir
  • Í avmarkaðan mun løn til útsend starvsfólk, sum skulu veita serliga fakliga ráðgeving.
  • Útreiðslur hjá lokalum samstarvsfeløgum í sambandi við umsiting av verkætlanini
  • Útreiðslur í sambandi við kunningarátøk og upplýsing í Føroyum um verkætlanina (maks 2 %)
  • Útreiðslur til umsiting (maks 7%)

Partsfigging ella eginfígging er krav. Umsókn, sum kann vísa á bæði, verður raðfest.

1.10 Játtanin stuðlar ikki:

  • Umsókn frá privatum persónum, fyritøkum, almennum myndugleikum ella útbúgvingarstovnum, sum ikki eru partar av ella samstarva við felagsskap, ið hevur virkað á staðnum í áramál.
  • Verkætlanum, sum hava sum mál at breiða út politiskan ella átrúnaðarligan boðskap
  • Veiting av leysari útgerð ella byggiverkætlanum uttan so, at veitingin er partur av hjálparætlan (humanitert endamál)
  • Neyðhjálp, humaniter hjálp ella uppbygging aftaná vanlukku (søkjast skal serstakt um stuðul til neyðhjálp)

2.      Neyðhjálp

Endamálið er at veita neyðhjálp, m.a. til krígsherjað øki og tá ið vanlukkur brádliga raka úti í heimi. Neyðhjálp kann verða latin sum peningaligur stuðul og sum virkin luttøka í neyðhjálpararbeiði.

Hjálpin verður vanliga latin gjøgnum hjálparfelagsskapir og altjóða stjórnarfelagsskapir. Játtanin verður eisini nýtt at svara áheitanum frá felagsskapum og altjóða myndugleikum um t.d. at lata pening til at basa hungursneyð.

Umsókn verður send Uttanríkistænastuni og skal greiða frá

  • orsøkini til, at tørvur er á neyðhjálp
  • hvat peningurin skal nýtast til og hvussu hann skal nýtast. T.v.s. at ein fíggjarætlan og ein ítøkilig ætlan fyri, hvat peningurin skal nýtast til, má fyriliggja
  • hvørjum felagsskapum á staðnum, samstarvað verður við. Er tað t.d. við almennar myndugleikar, lokalar- ella altjóða hjálparfelagsskapir.

3.      Eftir verkætlanarlok

Umsøkjarar, ið hava fingið játtað stuðul til menningarsamstarv ella neyðhjálp, skulu lata inn frágreiðing og grannskoðaðan roknskap seinast 3 mánaðir eftir, at verkætlanin er lokin. Um verkætlanin varar leingi, skulu ávegis frágreiðingar latast inn árliga.

Umsóknir frá umsøkjara, ið áður hevur fingið stuðul, men ikki hevur latið inn frágreiðing og grannskoðaðan roknskap, verða ikki viðgjørdar, fyrr enn hesar frágreiðingar fyriliggja.

 

_________________________________________________________________________________

 

[1] Mál 1: Gera enda á fátækradømi í øllum tess líki allastaðni.

Mál 2: Gera enda á hungri; tryggja, at matur er tøkur; bøta um føðsludygd og virka fyri burðardyggum landbúnaði.

Mál 3: Tryggja øllum heilsugott lív og virka fyri trivnaði fyri øll í øllum aldri.

Mál 4: Tryggja øllum inkluderandi og rættvísa dygdargóða útbúgving og virka fyri lívlongum læringarmøguleikum fyri øll.

Mál 5: Fáa í lag javnstøðu millum kynini og máttmenna allar kvinnur og gentur.

Mál 14: Varðveita og á burðardyggan hátt nýta høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðardygga menning.

[2]  til hugtakið ‘sivilsamfelag’ hoyra øll sløg av felagsskapum og stovnum, sum liggja uttan fyri stjórnina, privata marknaðin, og einstaklingar.

[3] http://www.oecd.org/dac/financing-sustainable-development/development-finance-standards/DAC-List-of-ODA-Recipients-for-reporting-2018-and-2019-flows.pdf