Menningarsamstarv

Í 2007 varð løgtingslóg um menningarsamstarv sett í gildi. Endamáli við lógini er at leggja lunnar undir føroyska luttøku í altjóða samfelagnum til tess at minka um ójavna í heiminum. Landsstýrið skal virka fyri hesum við at vera við í sjálvberandi menningarsamstarvi til frama fyri menningarlond. Menningarlond verða skilmarkað eftir ásetingunum hjá OECD.

Landsstýrið kann hava menningarsamstarv við stjórnir í menningarlondum, stjórnir í øðrum londum, altjóða stjórnarfelagsskapir og aðrar felagsskapir, teirra millum føroyskar. Samstarvið kann fevna um fakliga ráðgeving og fíggjarligan stuðul til lutvísa fígging av verkætlanum í menningarlandi, har ætlanin er:

- at skipa haldgóða fyrisiting,
- at fáa búskaparvøkstur og
- at tryggja sosial framstig

Landsstýrið hevur sum mál at skapa føroyingum og føroyska samfelagnum royndir, kunnleika og áhuga fyri altjóða menningarviðurskiftum. Tá ið til ber, eiga føroysk vitan og føroyskur serkunnleiki tí at verða gagnnýtt og ment í sambandi við menningarverkætlanir, ið landsstýrið stuðlar.

Neyðhjálp
Sum partur av altjóða samfelagnum og eiga Føroyar liva upp til humaniteru reglurnar um, at altjóða samfelagið hevur skyldu til at veita neyðstøddum hjálp

Neyðhjálp verður umsitin í Uttanríkis og Vinnumálaráðnum. Virkað verður sambært heimild ásett í fíggjarlógini, og endamálið við játtanini er at veita neyðhjálp, tá ið vanlukkur raka úti í heimi.

Seinru árini er hjálp latin eftir áheitan frá og í samstarvi við hjálparfelagsskapir, bæði føroyskar og útlendskar og herundir altjóða stjórnarfelagsskapir undir Sameindu Tjóðum. Í neyvum samstarvi við avvarðandi felagsskapir leggur Uttanríkistænastan dent á, at neyðhjálpin verður skipað við støði í humaniterum grundreglum um menniskjatokka og óheftni, og fer fram við støði í altjóða viðurkendum leiðreglum fyri góðum neyðhjálpararbeiðið.

Umframt bráfeingishjálp skulu Føroyar eisini geva neyðstøddum vón um bjartari framtíð. Tí skal neyðhjálpi, har tað er viðkomandi og møguligt, eisini virka fyri menning, so at neyðstødd aftur kunnu lívbjarga sær á burðardyggum grundarlagi.

At umsita lóg um altjóða menningarsamstarv er kunngerð sett í gildi, sum lýsir neyvari treytir og reglur um, hvør kann fáa stuðul, og nær og hvussu stuðulin verður játtaður.

Ráðgevandi nevndin
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum tilnevnir ráðgevandi nevnd fyri menningarsamstarv. Nevndin skal geva landsstýrinum ráð til tess at fremja lógina um menningarsamstarv í verki, og tekur lut, tá stuðulsumsóknir verða viðgjørdar.