South Pacific Regional Fisheries Management Organisation (SPRFMO)

SPRFMO (South Pacific Regional Fisheries Management Organisation) er millumtjóða fiskiveiðufelagsskapur fyri fiskiskap í altjóða sjógvi í Suðurkyrrahavi. Felagsskapurin varð settur á stovn í 2009. Sáttmálin fevnir um veiðu eftir botnfiski og uppsjóvarfiski, eitt nú rossamakreli.

Føroyar luttaka undir heitinum Denmark in respect of the Faroe Islands. Føroyar vóru fyrsta landi, ið staðfesti sáttmálan. Føroyski limaskapurin er grundaður á føroyskan fiskiskap eftir rossamakreli í økinum.

Hini limalondini eru Australia, Belize, Kili, Kina, Cook Islands, ES, Ekvator, Korea, Kuba, New Zealand, Russland, Taiwan og Vanuatu.

Meira fæst at vita á www.southpacificrfmo.org

Slóðir