NAMMCO

NAMMCO (North Atlantic Marine Mammal Commission) varð stovnað í 1992. NAMMCO er eitt samstarv um vernd, umsiting og gransking av havsúgdjórum í Norður Atlantshavinum.

Vísindanevndin (Scientific Committee) hjá NAMMCO veitir ráðnum og umsitingarnevndunum hjá NAMMCO vísindaliga ráðgeving um hvala- og kópastovnar. Harumframt hevur vísindanevndin síðan 1995 skipað fyri hvalateljingum við regluligum millumbili.

NAMMCO hevur harafturat m.a. eitt virkið samstarv millum veiðimenn og djóralæknaserfrøðingar um avlíving av hvalum og kópum (Committee on Hunting Methods). Gjøgnum hetta samstarv kunnu Føroyar áhaldandi meta um arbeiðið at bøta um avlíving av grindahvalum í Føroyum og kunna seg um royndir í øðrum londum.

Føroyar hava limaskap í egnum navni í NAMMCO. Hini limalondini eru Grønland, Ísland og Noreg. Harafturat luttaka Kanada, Japan, Danmark og Russland sum eygleiðarar.

Meira fæst at vita á www.nammco.no

Slóðir