FAO

Føroyar hava atlimaskap í ST-felagsskapinum fyri matvørur og landbúnað FAO (Food and Agriculture Organization). Atlimaskapurin merkir, at Føroyar hava talu- og framløgurætt, men ikki atkvøðurætt. At Føroyar ikki hava atkvøðurætt, hevur tó í roynd og veru lítlan týdning, tí í FAO høpi verða avgerðirnar sjáldan tiknar, fyrr enn semja er fingin millum limalondini.

Virksemið í FAO er víðfevnt, og Føroyar hava tí raðfest luttøkuna í fiskivinnu- samstarvinum. Limalondini í FAO samstarva um fiskivinnu í fiskivinnunevndini, nevnd COFI (Committee on Fisheries). Í COFI savnast flest øll heimsins fiskivinnulond regluliga at viðgera felagsmál, eitt nú felags meginreglur fyri burðardyggan fiskiskap.

COFI heldur fund annaðhvørt ár. COFI hevur eisini tvær sernevndir, har onnur fæst við spurningar viðvíkjandi handli við fiskavørum og hin við aling. Sernevndirnar fundast hvør sær annaðhvørt ár, tá COFI ikki hevur fund. Frásagnir og tilmæli teirra verða viðgjørd í COFI.

Føroyska luttøkan í COFI gevur atgongd til nógva vitan um alheims fiskivinnu, sambond við fiskivinnutjóðir kring allan heim og møguleika at vera við at menna felags meginreglur fyri burðardyggan fiskiskap, handil við fiskavørum og aling. Føroyar tóku lut í samráðingum hjá FAO um at gera altjóða sáttmála um havnatiltøk til at basa ólógligari fiskiveiðu, um leiðreglur um djúphavsfiskiskap og um hjáveiðu og útblaki.

Meira fæst at vita á: www.fao.org/fishery.